Kommununnar gyltan møguleika

Nú eldraøki verður lagt út til kommununnar at umsita 1 januar, hava tær ein gyltan møguleika at skipa øki av nýggjum. At skipa eldrarøktina soleiðis, at tænastan og fakligheitin verður sett ovast á breddan. At heitar hendur hava hægstu raðfesting.

Vit hava seinnu árini havt nógv órógv um eldraøki, ov lítil játtan, ov nógv tíð til umsiting og skráseting og ein rúgva av starvsfólki, ið hava roynt at gjørt sítt besta og runnið skjótari fyri at náa tær uppgávur, ið alsamt minni tíð er til. Tænastan til okkara eldru borgarar er vorðin standardisera, soleiðis, at tað eru nøkur fá tilboð at velja ímillum, og hevur tú ikki tørv á júst hesum tilboðum, so hevur tænastan onki at bjóða tær. Hevur tørvurin til dømis verið gerandisrehabilitering, at gjørt verður reint ella keypt inn, so hevur hetta, nærum, ikki borið til.

Skráseting byggir á misálit

Ein kann spyrja seg sjálvan, hví skal meginparturin av teim dýrabæru minuttum, ið ein eldri kann fáa í heimarøkt brúkast til skráseting. Ikki minst, tá ið vit hava í huga, at starvsfólkini eru útbúgvin og tí hava førleika at meta um, um Maria orkar í bað í dag, ella heldur skal bíða til í morgin. Ístaðin hevur eitt rokniark avgjørt, at Maria skal í bað í dag, av tí einføldu orsøk, at tað er mikudagur. Lat okkum byggja skipanina uppá álit og heitar hendur, ið sleppa at brúka sína fakligheit og geva tað røkt, ið brúkarin hevur tørv á í dag, uttan mun til hvat rokniarki sigur.

Góð arbeiðsviðurskifti skapa trivna

Fleiri kanningar hava víst, at nógv av teimum ið starvast í eldrarøktini ynskja fleiri arbeiðstímar enn tey fáa. Sum nú er, eru vaktirnar styttar og togaðir sundur við tí úrslitið, at heilsuhjálparin fær ein smábýttan arbeiðsdag og eitt tímatal, ið peningaliga als ikki røkkur til dagligu útreiðslurnar. Tað er eisini meira undantaki enn reglan, at hesi starvsfólkini fáa eitt fast starv. Fleiri noyðast tí at leitað sær eftir fleiri størvum við niðursettari tíð, fyri at fáa peningin at røkka. Hetta skapar strongd, eina stúran fyri ikki at fáa gjørt arbeiðið so væl sum ein ynskir og ein ótta fyri, hvussu ein skal klára seg, tá ið lønin ikki strekkir til.

Trivnaður millum starvsfólk gevur nøgdar brúkarar

Ein íløga í góð arbeiðsviðurskifti, er ikki bert ein íløga í nøgdsemi hjá starvsfólkunum. Tað er ein sannroynd, at starvsfólk, ið kenna seg vird, eru fús at spenna seg enn meira út. Tí vilja góð arbeiðsviðurskifti geva nøgdari brúkarar, tí brúkarin merkir at hann fær eina betri tænastu. Er tað so, at 40 tímar arbeiðsvika er ov tungt til hetta yrki, latið so arbeiðsgevaran og fakfelagi viðgerða henda spurningin. Vegurin til trivnað á arbeiðsplássinum er, at lata fakligheitina og ikki rokniarki stýra dagligdegnum, at skipa arbeiðið soleiðis at starvsfólkini, so vítt gjørligt, fáa tað tímatal ið tey ynskja, og at tey fáa møguleikan at menna seg í starvinum.

Møguleikin at loysa hesar spurningar liggur nú í hondunum á kommununum. Tað er mín inniliga vón, at tær fara at bróta upp úr nýggjum, og bæði vænti og vóni eg, at vit komandi ár fáa eina nýggja eldrarøkt, har trivnaðurin hjá bæði brúkara og starvsfólki er í hásæti.