Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kommunulæknaviðtalur og heilsudepil á Hálsi

Síðani í fjør heyst hava vit í meirilutanum í Tórshavnar býráð arbeitt miðvíst við loysnum og møguleikum at fáa til vega hóskandi og virðiligar umstøður til okkara kommunulæknar. Hetta arbeiðið er nú komið væl ávegis.

Ætlanin at skipa bygningin á Smyrilsvegi 20 á Hálsi til kommunulæknaviðtalur er nú komin so langt, at støða skal takast til leigusáttmála og innrætting.

Arkitektar saman við brúkarum og øðrum fakfólki eru í løtuni í gongd við at tekna viðtalur samsvarandi krøvum til nútíðar høli og tænastur av hesum slag.

Aftrat kommunulæknunum fara eisini kliniskir dietistar (kostráðgevarar), sum Heilsutrygd hevur í starvi eitt nú viðvíkjandi diabetes, at hava egnar viðtalur í bygninginum. Fyribyrgjandi heilsukanningarnar av børnum, sum Gigni undir Heilsutrygd stendur fyri, fara framyvir eisini at halda til í bygninginum.

Allar bygningurin verður sostatt brúktur til heilsuendamál. Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgd av læknunum, hevur boðað kommununi frá, at tvey nýggj kommunulæknastørv verða skipað í Tórshavnar kommunu. Hetta er kærkomið, tí stórur tørvur er á fleiri læknum, nú íbúgvatalið í kommununi er vaksið í stórum síðstu árini.

Harumframt ásannar kommunan, at nakrar av læknaviðtalunum í kommununi eru ikki longur tíðarhóskandi.

Ætlanin er tí at niðurleggja viðtalurnar í Frúutrøð og Berjabrekku, tá nýggju og størru viðtalurnar á Hálsi eru klárar at taka í nýtslu. Ætlandi fer Tórshavnar kommuna at samtykkja leigusáttmála og byggiætlan á nevndar- og býráðsfundum í apríl, og so verður byggiarbeiðið boðið út.

Í løtuni starvast fleiri læknaavloysarar enn vanligt í kommununi. Hetta skyldast lutvíst hølisviðurskiftunum. Við ætlanini á Hálsi verður roknað við, at kommunan aftur kann fáa støðug kommunulæknaviðurskifti. Harumframt fara klinisku dietistarnir og heilsufrøðingarnir í Gigni at fáa nýggjar og betri umstøður til teirra virksemið, ið alt eisini skuldi komið borgarunum til gagns.

Annika Olsen

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu