Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Kommunulæknaskipanin eigur eisini at fevna um Nólsoynna!

2013-05-01 03:06

Mong vóru vallyftini til kommunuvalið 2012 og eg hugsi at hetta mál at fáa kommunulæknaskipanina at virka aftur, hevur verið nýtt áður. Kommunulækni eigur at hava viðtalu í Nólsoy aðru hvørja viku!

Tá eg nýtti kommunulæknaskipanina til vallyfti, var hetta fyri at vísa á, at eg meti hendan partin sum nátúrligan rætt. Fyri mær er tað logiskt, at tað er lættari fyri ein lækna at fara um fjørðin, heldur enn, at nólsoyingar skulu til Havnar.

Fyri mong er tað ein fyritøka at fara um Nólsoyarfjørð og tá kann henda, at ein heldur setist aftur enn at fara til lækna. Í onkrum føri kann eisini vera, at fólk hugsa: "Trupulleikin er ikki nóg stórur at fara til Havnar við." Tá ið ein síðani hættir sær um fjørðin, er tann lítil trupuleikin kanska versnaður munandi.

Hølini standa tøk í Nólsoy, tí Tórshavnar kommuna hevur nýtt pening at broyta sethús til tilhald og læknaviðtalu. Tilhaldið eydnast stak væl og nú ræður um at fáa í lag aftur læknaviðtaluna.

Eingin skrivlig avtala er um fasta kommunulæknaskipan í Nólsoy, men nú fleiri kommunulæknar vórðu settir í starv í nov.'12, rokni eg við at tað ber til at semjast um nøktandi skipan.

Eingin sigur, at allir kommunulæknarnir í Havn skulu knýtast í skipanina. Tað kundi væl hent, at einir fýra kommunulæknar vildu tikið hetta á seg og harvið vildi talan bert verið um eina viðtalu annan hvønn mánað.

Vónandi kunnu hesi orð skumpa undir, at Tórshavnar kommuna og kommunulæknafelagið sessast at fáa í lag nøktandi skipan fyri borgararnar, ið búgva í Nólsoy.

Jákup av Skarði