Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kommunulæknafelagið finst at Sirið Stenberg

Kommunulæknafelag Føroya kennir seg noytt at koma við einum almennum aftursvari, eftir at Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, var í Degi og Viku mánadagin 29. januar 2018.

Har varð ført fram, at ætlanir eru at gera heilsudeplar kring landið. Avgerðin tekur støði í kommunulæknaálitinum frá 2010.

Vit vilja sláa fast, at broytingarnar innan kommunulæknaøkið, sum verða gjørdar nú, ikki eru okkara ynski. Tvørturímóti hava vit formliga mælt frá ætlanunum við heilsudeplum.

Álitið um nýggja kommunulæknaskipan er skjótt 10 ára gamalt. Limir í kommunulæknafelagnum vóru við í arbeiðnum at gera álitið. Tí kunnu vit við vissu siga, at tað ikki er rætt, tá ið landsstýriskvinnan ber fram, at tað eru heilsudeplar, læknarnir ynskja.


Tað vil siga, at kommunulæknaálitið verður misbrúkt fyri at fáa heilsudeplarnar framdar.

Tey grundleggjandi viðmælini, sum komu fram í álitinum, eru longu í fleiri førum framd í verki av kommunulæknunum sjálvum uttan hjálp frá politisku skipanini. Til dømis hava fleiri kommunulæknar sligið seg saman til størri eindir. Soloviðtalur eru bert, um kommunulækni sjálvur ynskir tað soleiðis, ella um fysisku karmarnir ikki loyva øðrum.

Viðtalustarvsfólkini hava kommunulæknarnir sjálvir sett í starv og upplært. Tað vil siga, at kommunulæknarnir og kommunulæknaviðtalurnar hava sjálvi ment seg seinastu árini.

Ein orsøk til kommunulæknatrotið er manglandi normering í mun til vaksandi fólkatal og uppgávur í kommunulæknaviðtalunum. Ein onnur orsøk er, at ov fáir kommunulæknar eru útbúnir í mun til tað, álitið legði upp til, og sum tørvur er á.

Men stórir heilsudeplar við fleiri ymiskum starvsbólkum saman, fer ikki at loysa kommunulæknatrotið. Tankin aftanfyri heilsudeplarnar er, at aðrir fakbólkar fara at kunna útinna tær viðgerðir, sum kommunulæknar higartil hava tikið sær av, og tískil fer at bera til at økja talið av borgarum pr. viðtalu. Tað vil í stuttum siga, at færri læknar skulu taka sær av fleiri uppgávum.


Hetta er fullkomuliga misskilt. Vit hava longu dugnalig viðtalustarvsfólk, men vit kunnu ikki útdelegera fleiri uppgávur. Tí flestu uppgávurnar í eini kommunulæknaviðtalu kunnu bara læknarnir taka sær av.

Vit hava tørv á kommunulæknum fyri at fáa ein vælvirkandi primæran heilsugeira á einum fakliga høgum støði.

Nevndin í kommunulæknafelag Føroya