Varafólk hjá Javnaðarflokkinum.

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Kommunan eigur eisini ein lut í tjúkku børnunum.

Herfyri var ein kanning, sum Gigni og Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hava staðið fyri, sum avdúkaði, at føroysk børn eru alt og tjúk. Sama kanning vísir, at fyribyrging og góðir matvanar eiga at verða sett inn tíðliga, helst fyri barnið er 4 ára gamalt.


Tórshavnar Kommuna rekur flestu stovnarnar har børnini eru í dagtímunum, tí eigur kommunan eisini ein lut í tjúkku børnunum.

Yvirfiti er ein stórur fysiskur og kensluligur trupulleiki fyri børnini, sum oftari verða happaði, líða undir sosialari isolatión og fáa lágt sjálvvirðið. Tey eru eisini í nógv størri vanda at fáa lívstílsjúkur, tí er hettar eisini ein samfelagstrupulleiki í væntu.

Í dag avgera stovnarnir hvør í sær, hvønn matpolitikin teir føra. Summir stovnar leggja stóran dent á heilsugóðan kost, ímeðan aðrir ikki hava nakra tilvitaða kostætlan.
Hettar er ikki gott nokk. Hagtølini eru ræðandi og vit svíkja hesir minstu borgarar, við ikki at taka ábyrd.

Tí eigur kommunan, sum tað minsta, at hava ein kostráðgeva sum upplýsir og vegleiðir stovnarnar undir kommununi. Eisini skal kommunan hava ein yvirskipaðan matpolitik sum fylgir kostráðunum.
Børnini skula sjálvandi feira føðingadagar, høgtíðir og árligu fastalávintsbollin skal ikki burtur, men alt við máta og tilvitað.

Við hesum tekur kommununa ábyrgd og tryggjar, at børnini fáa heilsugóðan kost. Og vit sum foreldur, kunna trygt koyra børnini á stovn, vitandi at okkara elskaðu fáa mat sum er góður fyri tey.

Eg stilli upp til býráðsvalið 13.november fyri ein sterkan javnaðarflokk, sum saman við Heðini fremur úrslit. Børn, fiti, rørsla og heilsa sum heild, er eitt av økjunum sum liggur hjartanum nær. Hjálpi okkum at tryggja børnunum og familjunum eitt gott lív í Tórshavnar kommunu, við at seta x við Javnaðarflokkin.

Bjørg Dam
Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.