Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kommunalt spælipláss úr leysum lofti

 Á býráðsfundinum týskvøldið var eitt mál um innandura spælipláss í Klaksvík til viðgerðar. Eitt mál sum onga viðgerð hevur fingið í avvarðandi nevndum og sum kostar skattaborgarunum 5 mió. kr. Hetta er málsgongd, sum als ikki er nøktandi og vísir, hvussu tilvildarliga sitandi býráðsmeiriluti arbeiðir

Í mai mánaða 2016 var eitt mál um innandura spælipláss á skrá í mentanarnevndini. Privatir aktørar vóru í nevndini við frágreiðing um eina ógvuliga áhugaverda ætlan um innandura spælipláss, við staðseting við hallirnar í Klaksvík. Uppgáva kommununnar skuldi bara vera at vísa á øki og vera við í rakstri av hesum nýbroti. Øll mentanarnevndin var áhugað, vísti á staðseting og avgjørt var at arbeiða víðari við hesum.

Síðani hoyrdu vit onki aftur um málið fyrrenn knappliga árið eftir, til mentanarnevndarfundin í februar 2017, tá umsitingin kom við einum tilmæli um, at spæliplássið møguliga kundi húsast í Svimjihøllini, av tí at Íðka flutti út. Hetta mælti nevndin frá og heitti á forkvinnuna og umsitingina um at finna aðra loysn.

Sum limur í mentanarnevndini var eg í tí trúgv, at nú varð arbeitt víðari við áður nevnda øki, saman við privatu aktørunum. Hetta skuldi vísa seg ikki at vera so. Knappliga til fíggjarnevndarfundin 26. september kemur málið fyri aftur, sum ketta úr høvdatrog, at nú skuldi kommunan sjálv gera spæliplássið og standa fyri allari íløguni uppá 5 mió. kr. + rakstur.

Ongin viðgerð
í nevndunum

Býráðsmeirilutin vísir í hesum máli eina ómetaliga tilvildarliga málsgongd, har heili 4 mió. kr. skulu finnast innan fíggjarætlanina í inniverandi ári. Fíggjast soleiðis, við 2 mió. kr. av tøkum peningi, 1 mió. kr. verður tikin frá spillivatnsætlanini, sum slett ikki er komin nóg langt, og 1 mió. kr. frá fastognum, sum altíð vantar pening til viðlíkahald, sum eg ferð eftir ferð havi víst á. Málið kom til viðgerðar í fíggjarnevndini uttan yvirhøvur at hava verið í Umhvøris- og Býarskipanarnevndini, sum umsitur spillivatnsætlanina og fastognir ella í Mentanarnevndini sum umsitur spælipláss. Somuleiðis bleiv henda stóra upphædd játtað, uttan at málið yvirhøvur er lýst. Í roynd og veru vita vit býráðslimir slett ikki, hvat hetta mál inniber, hvussu tað sær út nú, ella hvussu hetta skal fremjast. Hóast tað, samtykti býráðsmeirilutin hetta illa lýsta mál.

Hvar blivu privatu
aktørarnir av

Eitt er, at hetta mál er so illa frágingið og illa lýst, men at vit sum býráðslimur onki fáa at vita um, hvat hetta mál inniber, og hví privatu aktørarnir knappliga ikki eru við meiri, kunnu vit ikki góðtaka. Somuleiðis eiga vit at fáa at vita, um hetta er gjørt í samskifti við teir, sum komu við hugskotinum, ella um teir bara eru skúgvaðir til viks.

Tað sum harmar meg almikið er, at í grundini er hetta eitt gott mál, sum alt býráðið frá byrjan tók undir við. At málið varð so illa arbeitt og illa lýst gjørdi, at vit í minnilutanum mæltu til, at hetta skuldi takast upp í sambandi við fíggjarætlanina 2018, so vit fáa tíð at viðgerða tað í nevndini sum eigur málið og vit fáa eina frágreiðing um hví privatu aktørarnir ikki eru við meiri.

Slíkar málsviðgerðir sum hetta kunnu vit ikki bjóða hugsjónarfólkum við góðum ætlanum og heldur ikki okkara skattaborgarum.

Gunvá við Keldu
Limur í Mentanarnevndini
og Umhvørvis- og býarskipanarnevndini