Kommunal viðurskiftur ?

2012-11-09 05:18

Klaksvíkar kommuna hevur ikki nøktað tørvin væl, tá vit hugsa um vetratíðina hjá okkum her í Føroyum. Maskinur sum kommunan brúkar, eru elligamlar og í vánaligum standi. Eftir at hava tosað við fólk úr vegadeildini og øðrum deildum í kommununi, havi eg fingið innlit í ávís mál.

Tað fyrsta tosað verður um, er at kommunan eigur tríggjar maskinur til vetrar brúk (grava kava). Hesar maskinur eru frá 2002-2004-2006. Klaksvíkar kommuna hevur eina maskinu til at grava gonguteigarnar við um vetrarnar, men kann ikki nýta maskinuna orsaka av maskin breki. Fólk á deildini hava boðað frá nú í 2-3 ár á rað, at nýggj maskina kann keypast fyri lúsa 150.000 kr. Peningur verður tveittur í eystur og vest, heldur enn at tryggja okkara borgarum trygga gonguleið.

Maskinurnar teir brúka til at grava vegir við, eru eisini elligamlar - menn fáa heilsutrupulleikar av at sita dag og nátt og grava við hesum vánaligu maskinum.

Eftir at hava spurt runt um ymiskt viðvíkjandi vetrargraving og øðrum maskinum til alt árið, er staðfest at um fígging á 10 milliónir varð givin, kundi deildin skift allar maskinur út! IKKI er vist at tað verða nýggjar maskinur, men tær vera í betri standi enn núverandi maskinur eru, effektivari enn núverandi maskinur eru, umframt reinari fyri umhvørvið enn núverandi maskinur eru.

Veit tann vanligi borgarin hvat er tørvur á í Klaksvík ?

Eg haldi ikki at tíðin er røtt til at seta ætlanir fyri milliónir av krónum. Eg haldi tíðin er komin at bøta um okkara núverandi vælferðarøki, og brúka restandi 2012 og 2013 til at fáa býin at blóma aftur, áðrenn vit fara í gongd við størri ætlanir!

Sjálvandi skulu vit leggja ætlanir um framtíðina - ongantíð ov skjótt, tí tað er tað týdningarmesta... Men hvat hjálpir tað at gróðurseta blómurnar, um ongin mold er í urtapottunum ??

X við Erland Sivertsen til býráðsvalið í Klaksvík