Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Komið og gerið einar javnari og rættvísari Føroyar

Í vikuskiftinum hava samgonguflokkarnir Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi havt ávikavist landsfund og floksting í Klaksvík. Tjóðveldi helt floksting undir yvirskriftini “Saman kring landið alt – um eina frælsa tjóð og einar javnar og skapandi Føroyar”, og Javnaðarflokkurin kom eftir fundin út við landsfundarsamtykt, við yvirskriftini ”Einar javnari, rættvísari og grønari Føroyar.”

Á Flokstinginum hjá Tjóðveldi segði, Høgni Hoydal, formaður, í ársfrágreiðingini m.a., at nú mugu vit grynna og mjækka tær gjáir, ið veruliga eru í samfelagnum. Fyrrverandi forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Hildur Patursson, hevði eisini orðið á flokstinginum og tók fram, tað hon nevndi, nýggju láglønarstættina; pedagogarnar. Eg fari at hugsa um heilsurøktarar – hvar eru teir í hierarkinum, tá pedagogar eru láglønarstættin?

Undir sáttmálasamráðingunum í fjørheyst vísti Føroya Pedagogfelag á munir millum endalønirnar hjá sær sjálvum og øðrum fakbólkum, tey vilja samanbera seg við. Her varð upplýst at byrjunar- og endalønin hjá einum pedagogi vóru ávikavist kr. 25.423,01 og kr. 29.446,66.

Eg kann í tí sambandi siga frá, at byrjunar- og endalønin hjá heilsurøktarum er ávikavist kr. 23.974,64 og kr. 26.138,63. Tvs., at áðrenn lønarhækkanina hjá FP var munurin millum lønirnar hjá okkum á byrjunarstigi kr. 1.448,37 og á endastigi kr. 3.308,03.

Hugsa vit um, at næstan eingin heilsurøktari setir seg føran fyri at arbeiða eina 40 tíma arbeiðsviku vegna trýskiftisvaktir, arbeiðstyngd og styttar vaktir, sum gera, at ein má arbeiða tveir dagar eyka hvønn mánaða fyri at halda norm, so er tann veruliga grundlønin hjá einum heilsurøktara ikki meira enn 17.980,98 kr. á byrjunarstigi og 19.603,97 kr á endastigi, roknað eftir eini 30 tíma arbeiðsviku. Árligi munurin millum byrjunar- og endalønina hjá heilsurøktarum og pedagogum hevur sostatt verið 17.380,44 – tað er tað sama sum ein mánaðarløn hjá einum heilsurøktara á byrjunarstigi, sum arbeiðir 30 tíma viku - og 39.696,36 kr. – ið er tað sama, sum tvær mánaðarlønir hjá einum heilsurøktara á endastigi, sum arbeiðir 30 tíma viku. Nú er munurin øktur.

Og hví er tað, at tað gevur meining at samanbera lønirnar hjá heilsurøktarum og pedagogum?  Jú, tí at heilsurøktarar hava eina útbúgving, sum gevur teimum serstakliga góðar fakligar førleikar, bæði ástøðiliga og í praksis, til at arbeiða við fólki við sálarsjúku. Heilsurøktarar eru autoriserað heilsustarvsfólk og hava førleika at umsita og geva heilivág. Tað er á bústovnum fyri fólk við sálarsjúku, vit serliga arbeiða saman við námsfrøðingum, og tað kann ikki koma sum nakað yvirraskilsi, at tað eru heilsurøktararnir sum standa við størstu ábyrgdini fyri teimum fólkunum, vit her skulu vera um, og ábyrgd má lønast. Á serøkinum arbeiða heilsurøktarar eisini saman við námsfrøðingum og tað sama ger seg galdandi; heilsurøktarar hava høgu fakligu førleikarnar innan heilivág, psykiatri, somatik og eldrafrøði, sum skulu til fyri at arbeiða við fólki, sum hava menningartarn og harav fylgjandi lívsstílssjúkur, ofta hava aðrar diagnosur, umframt, at hesi, eins og øll onnur, gerast eldri og røktarkrevjandi. Tað er neyðugt at samanbera lønirnar hjá hesum bólkum út frá fakligheit, uppgávum og ábyrgd í arbeiðinum, og tað er ikki rættvíst, at lønarmunurin skal vera so stórur, sum hann er.

Kristina Háfoss, landstýriskvinna í Fíggjarmálum, vardi seg á flokstinginum við at vísa til lønarskipanarnevndina, sum skal innplasera allar almennar lønir í eina felags lønartalvu, og við at leggja ábyrgdina fyri at arbeiðið við lønarskipanini ikki er komið á mál, yvir á fakfeløgini. Eisini legði hon, í røðu síni, fakfeløgini undir ikki at standa saman. Hon vísti á, at onnur fakfeløg søgdu seg fara at krevja somu lønarhækkan, sum tey, ið til hesar samráðingarnar vunnu sær eina hægri lønarhækkan enn Fíggjarmálaráðið hevði ætlað teimum.

Rætt er tað, at tveir fakfelagsformenn í varða av hægru lønunum úttalaðu seg nakað soleiðis, men vit hava eisini sæð, at eitt fakfelag við miðalgóðum lønum síðani hevur undirskrivað sáttmála uttan at krevja nakra ovurhondsstóra lønarhækkan. At fakfeløgini veruliga standa saman hava vit í seinastuni sæð greiðast, tá tey boðaðu frá samhugaverkfalli við Føroya Pedagogfelag.

Vit vita øll, hvørji tey eru, sum liggja søguliga lágt, tá tað kemur til lønir. Tað eru tey fakini, sum kvinnur, fyrr sum nú, í størstan mun starvast í, og eini javnstøðu í hesum yrkjunum røkka vit ikki fyrr enn lønirnar eru so góðar, at menn eisini velja hesi yrki í nógv størri mun enn nú. Kristina Háfoss segði tað so væl í Degi og Viku, tá semjan við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðinar varð gjørd, at “..vit vita, at sjúkrarøktarfrøðingar, og eisini aðrir fakbólkar – ávísir aðrir – hava havt tørv á at fáa eina hægri løn í eina tíð...”.

At enda skal nevnast, at landstýriskvinnan í Almanna- og heilsumálum, Eyðgunn Samuelsen, fyri stuttari tíð síðan kom út við einum javnstøðupolitikki, har tað greitt er orðað, at arbeiðast skal við javnstøðu – eisini í mun til lønir – og har er tað lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, ið stendur við ábyrgdini og málið skal, saman við øðrum áhugabólkum, røkkast frá 2018 – 2020. So tað er einki at ivast í, at viljin til einar javnari og rættvísari Føroyar tilstaðar. Málið má røkkast við gerðum, og rætta staðið at fremja javnvág í lønum er í løtuni við lønarsamráðingum.