Eg eri 40 ár, útlærd sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur. Í mínum dagliga arbeiði havi eg stórt fokus á trivna hjá familjuni, pinkubarninum, skúlabarninum og ungdóminum.
Góður trivnaður hjá borgaranum hevur tí mín stóra áhuga og er tað nakað eg vil virka fyri. Eg ynski at raðfesta umhvørvið, at sikra betri sømdir hjá teimum eldru og tey við serligum tørvi og ynski at verða ein rødd fyri smáplássini.

Kom og ger ein urtagarð

2020-10-11 11:10

Tá eg var í Keypmannahavn í samband við lesnað, fekk eg atgongd til eitt lítið innhegnað øki. Ein lítlan hava har eg kundi sáa og planta eftir egnum ynski. Hesin lítli havin var partur av einum kommunalum tilboði til familjur í økinum og kravið var, at familjurnar skuldu passa og røkja sín egna hava til fulnar. (sjá myndir av havanum niðanfyri). Skipanin var bæði hugnalig, tí eg kom í samband við fleiri aðrar familjur og lærurík, tí eg m.a. lærdi, hvat moldin kundi geva aftur av tí, eg hevði sett niður.

Á vári í 2016 fór Býarfesti við stuðli frá Tórshavnar kommunu í gongd við sítt virksemi á einum øki tætt við Barnaheimið. Tíverri misti tey atgongdina til økið og arbeiðið varð niðurlagt eitt gott ár aftaná. Hetta virksemi spretti frá góðum tonkum og ætlanum hjá nøkrum eldsálum, sum eins og eg eru áhugað í at økja um áhugan hjá tí “vanliga” borgaranum fyri at royna urtagarðslívið. Tað harmar at Býarfesti ikki hevur fingið gongd aftur á teirra góða arbeiði, men tað gleðiliga er tó at allir kassar, mold og annað varð givið til ávikavist Eysturskúlan, Lítlaskúla og Tórsbyrgi og hava tey í hvør sínum lag arbeitt víðari við at sáa og planta. Í løtuni eru íbúgvar á Tórsbyrgi enntá í gongd við eitt sera spennandi arbeiði við at fáa eitt vakstrarhús bygt til eigarafelagið har.

Stendur tað til mín, so eigur kommunan at fáa til vega økir har familjur og einstaklingar kunnu fáa møguleikan fyri einum lítlum hava. Hetta tilboðið skal sjálvandi eisini verða fyri smáplássini í kommununi. Tankin er, at tey, ið hava hug gjalda eina hóskandi upphædd og hava síðani møguleika fyri at gera sær ein lítlan urtagarð á einum innhegnaðum øki.

Urtagarðurin, ið eg tók mær av í Keypmannahavn var staðsettur á einum kommunalum spæliplássi á Nørrebro, á einum av teimum spæliplássum, har starvsfólk, ið eru sett av kommununi, starvast í dagtímunum. Samansetingin við spæliplássi og smáhavum hóskar væl saman og kann tað eisini hugsast, at vit í Tórshavnar kommunu kunnu hava líknandi tilboð.

Uppá hendan mátan gera vit nakað gott fyri umhvørvið, vit vaksa um tilvitið hjá borgarum; børnum og vaksnum tá tað kemur til náttúru og umhvørvi og samstundis vaksa vit um trivnaðin.

Sára Gullfoss

Valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 2020.