Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kom inn í kampin, Annika Olsen!

Áhaldandi royndirnar hjá borgarstjóranum í høvuðsstaðarkommununi at lata okkum, sum søkja íbúð, upp í hendurnar á privatum bústaðarspekulantum, kann ikki síggjast sum annað enn ein roynd at gera gjøldur burtur úr bústaðarNEYÐINI. Serliga, tá privatir aktørar ikki hava víst nakran áhuga í at røkka vaksandi fjøldini av heimleysum føroyingum.

Sum ungur havnadrongur skammist eg yvir signalini, sum Annika Olsen sendir teimum ungu, ofta við familju, sum koma heim og hava tørv á onkrum at leiga. Tey ungu, framtíðin, verða vend útaftur við býarportrið, har borgarstjórin stendur vakt.

“Avbjóðingin má loysast í felag”, sigur borgarstjórin í faldara, sum varð sendur víða um fyrr í ár. Av landi, kommunum og tí privata, sigur borgarstjórin. Tað krevur ikki eina akademiska útbúgving at skoða gjøgnum hesa snildu, sum loyvir borgarstjóranum at sleppa sær undan nakrari beinleiðis ábyrgd.

Heldur enn at loysa trupulleikan, gevur borgarstjórin skarvin yvir til aktørar, sum als ikki eru áhugaðir í slíkum verkætlanum - vinnan fer har, sum pengar eru at fáa, og har standa bíligar leiguíbúðir allarniðast á listanum, undir liðini av tómum frystigoymslum.

“Kommunan hevur ikki heimild at byggja íbúðir” er undanførslan, tá borgarstjórin situr í pallborði. Nú verður heimildin boðin fram, men borgarstjórin vil ikki hava hana. Sjálvsagt, tí borgarstjórin umboðar typiskan sjálvsøknan folkaflokspolitikk, har folk kunnu ríka seg upp av neyðini hjá øðrum.

Rói Dam Dalsgarð,
limur í SU Mið og formaður í SU