Brandar Heðinsson
21 ár
víðgongdur loysingarmaður,
og vinstrahallin droymari
Eri virkin í Unga Tjóðveldinum,
bæði í landsnevnd felagsins, og
í økisfelaginum í Suðurstreymi.
Eri limur í aðalstjórn Tjóðveldsins
fyri ungmannafelagið.

Tað, ið vit øll hava í felag, er tað,
at vit øll eru á lívi - hesa sannroynd eiga vit at byggja okkara samfelag kring, og ongantíð umvent. Tess frælsari allir einstaklingar eru, og tess frælsari allar tjóðir eru, tess betri er tað! Ábyrgd, og ávirkan ganga hond í hond - skal mann byggja eina nýggja tjóð, ella, ikki brenna seg av eini heitari pannu.

Kolvetni & kolasvartur dupult moralur

 Vit føroyingar skulu, enn einaferð, royna at gerast oljusheikar. 

Tað er alt føroya Løgting á einum máli um; bæði CEF samgongan, og BADH andstøðan. Henda vandamikla visjón, skal so onkursvegna rættvísgera tað, at hitt nú 4.oljuleitingarumfarið skal fara fram. Óivað er tað eitt hent valagn hjá mammongánandi politikarum, ið hóma ein tryggan tingsess, í fleiri ókomnar tingsetur. 

Men tað er eitt margháttligt evni at viðgera í 2017 – og heilt ørt at samtykkja.

 Tað er ikki í lagi, at føroysku flokkanir 4.hvørt ár, órevsaðir, kunnu lova grønan bø, ódálkað meitilberg og reint hav, og síðan yppa øksl. Og helst eru tað samgongu flokkanir, ið her tosa við tveimum tungum. Ein og hvør av hesum flokkum, hevur skírt seg sjálvan sum “grønan” flokk. Og samgongan hevur  eisini higartil ført ein rímiliga miðvísan og skila góðan politikk á grøna økinum. 

Men, nú klývur millum orð og gerðir – og sprekkunar eru nógvar. 

Eitt er, at okkara alt ov stóra CO2 útlát elvir til nærum óbøtandi veðurlagsbroytingar, ið hótta lívsgrundarlagi hjá milliónum av menniskjum kring knøttin; eisini í Føroyum. At mann loypur frá lyftum, veðurlags avtalum og samgonguskjalið, er so eitt, ið er ringt nokk í sjálvum sær. Men oljuleitingin tikist eisini at vera í andsøgn við ta fiskivinnunýskipan,  ið CEF samgongan hevur skoti út í korti . Tí í hesum málið, verður dentur m.a lagdur á, at høvuðsvinnan skal vera á Føroyskum hondum. 

At okkara náttúruríkidømi skal troytast á burðardyggan hátt, við eini vísindarligari stovnsrøkt og at hetta ríkidømi skal koma øllum fólkinum til góðar; og ikki bara stórkapitalinum. Stór og vøkur orð, ið ikki tola kálvahjørtu. Men virðisleys, tá vit hóma bláoygni hjá samgonguni. Tí nú verður fiskifrøðin hoyrd, ímeðan øll onnur vísandarlig serfrøði verður skúgva til viks, saman við ávaringum teirra, og okkara ábyrgdarkenslum. Men skal fiskur verjast við at taka vísindalig atlit, so eigur hetta eisini at vera galdandi fyri okkum menniskju, og øllum øðrum lívi her á jørð. Men verður olja funnin í nóg stórari nøgd, so verur tað annað, enn bara fullkomi ábyrgdarloysi, ið fer at mynda samfelag okkara . 

Tí júst ta løtuna, verður í sævarevjuni, nýggj høvuðsvinna borðin í heim; gitin av eirindarleysum gramni, og kapital svøltandi fíggjarspekulantum. Tá kann tað gerast ilt at manna skip, ella verksmiðju, og hesi munnu so við og við fána burtur. Hendan, Føroya nýggja høvuðsvinna, verður ikki ogn føroyinga, men heldur tvørtur ímóti, ognin hjá fáum kapitalsterkum spekulantum. Gaman í, vit kunnu kanska finna uppá okkurt nýtt og kreativt avgjald. Men vit føroyingar, fara ikki at eiga ágóðan av hesum náttúru oyðandi virksemi; tað gerð ongin í síðsta enda.

Um JFK ella reiðarafelagið eru tvørir, so kunnu vit ímynda okkum, at BP, Exxon Mobil ella Sinopec fara at verða uppaftur stravnari at baksast við. Hesi eru nógv størri enn nakað reiðarí, ella samtak. Arbeiðslívi, lønarsáttmálar og arbeiðara rættindi vera tá ikki ávirkað av føroyskum vinnulívsfólki, men av partabræva ánarum og av konsernstjórum í Bejing, London ella New York. Oljuvinnan er á ongan hátt ein reiðulig gongdar leið hjá tjóð okkara. Øll hendan verkætlanin er kolsvartur dupultmoralur! Ikki so; ein politikari má neyðtørviliga hugsa um tað, ið er politiskt “pragmatiskt”. 

Um avtalur, og ynskir frá øðrum samgonguflokkum, og ikki minst, frá veljaranum. Men tílíkur “pragmatikkur” fánar afturímóti veruleikanum. Tí sjálvt um føroyingar semjast um, at oljan er tilfeingi, ið gagnnýtast skal, so tekur veruleikin ikki atlit til hesa semju. Fullkomna náttúru oyðingin ferð ótálmað at halda áfram – og føroyska samfelagið verður alsamt myndað av útlendskum milliardingum, ið gera sær dælt av tilfeingi okkara; tó kanska eitt klovi oyra verður at hóma í landskassanum. 

Hetta kann gerast hin beiski veruleikin, og minnir hann ikki sørt um ta støðu, ið Føroyar, sum so, komu sær burtur úr fyri góðum 80 árum síðani. Og ikki minst, um ta skipan, ið hendan samgongan hevur sett sær fyri at bøta um, í okkara núverandi høvuðsvinnu. Tað er óskiljandi, at ein frælsis flokkur sum Tjóðveldi, á nakran hátt kann góðtaka hetta. 1998 hugsanin um, at oljan, sum eitt slag av ganda luti, skal fíggja tjóðarfrælsi føroyinga, hoyrir slettis ikki heima í 2017. Tað kann ikki vera ætlanin, at vit skulu leypa úr eini ófrælsis støðu yvir í eina aðra. Vit loysa uttan oljupengar. Flokkurin eigur, so sum áður hevur veri heitt á hann, at eitt fyri eitt, at royna at koma hesum ætlanum til lívs. Til frama fyri náttúruna, Føroyar og jarðarknøttin.

Heitt verður á alla samgonguna; flokkar, landsstýrisfólk og løgmann at geva til kennar eina greiða støðutakan, ið er í tráð við tey lyftu, ið tit vóru vald á, og á ta samgonguskjal, sum fyri tveimum árum síðani birti vón, men sum í dag, bert stendur eftir sum eitt greitt tekin á kolasvartan dupultmoral.

 

Við frælsiskvøðu

Frá einum ungum, og grønum

Brandari Heðinssyni

Landsnevndarumboð, Unga Tjóðveldið