Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kódnar Føroya Banka toskurin av hita og veðurlagsbroytingum?

2019-04-14 11:01

Magnus Heinason var a Føroya Banka í farna mánaða har hann fekk 161 toskar og umleið 5 tons av hýsu.

Matstovan Barbara hevði fult hus trý kvøld har fólk gleddist um vælsmakkin av Føroya Banka, millum heimsins bestu rávørur.

Aftaná at hava verið friðaður í fleiri ár hevur toskurin ikki mennt seg so nógv sum vónað hevur verið. Ein orsøkin er sjálvandi at ovurhonds ránsveiðan nærum oyddi toskin, og at gýtingarstovnurin harav er sera lítil og viðbrekin.

Nú eru havfrøðingar farnir at gera vart vid eitt annað sera álvarsamt fyribrigdi nevniliga veðurlagsbroytingar á okkara leiðum! Veðurlagsbroytingar gera, at sjógvurin hitnar. Tað er staðfest at tað er heitari a Føroya Banka enn á landgrunninum og er man farin at tosa um, at tað kanska longu nú er ov heitt á Bankanum hjá toskinum at gýta sum hann skal! Hýsan tolir betur hita men øktur hiti er sera skaðiligur fyri nebbasildina!

Er hitin á Føroya Banki kanska fyrsta ítøkiliga dømi uppá skaðiligar veðurlagsbroytingar hjá okkum?

Fer tað veruliga at hitna á landgrunninum kann hetta fáa risa negativar avleiðingar fyri Føroyar um toskurin og nebbasildin hvørva og allarhelst ivasamt um tað fer at bera til at ala laks á sjógvi.

Hetta eru álvarsmál og eru stig tikin til at halda eina ráðstevnu í Norðurlandahusinum 11 Sept um hesi evni sum hava vitalan tydning fyri okkara samfelag.

Johan Mortensen