Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Tann frí marknaðurin

2018-12-08 04:36

Undir hesum valstríðnum fekk eg møguleikan at hoyra javnaðarflokkin live fleiriferð til pallborðsfundir. Tað er ikki tespuligt at vera til staðar, serliga um tað eru nógv ung fólk til staðar. Bæði í reinsaríðinum og á Glasi dugdi valevnini sera væl at byggja upp eitt kensluborði argument um teir óndu kapitalistanir í vóru eftir at ræna tilfeingi frá fólkinum. Ikki neyðugt at siga so endaðu hesar talur við stórum klappsalvum, so tað rungaði eftir í.

Man var nokk ósamdur við einari rúgvu, men eitt sum eg beit merki í, var at Rigmor ( C ) tosaði fleiriferð um at tann frí marknaðurin var ikki góður, hann mátti stýrast og regulerast, tí annars var deyði og hóttafall fyri fólkið.

Í mínum hugaheimi er tann frí marknaðurin naka vakurt og náttúligt sum ikki skal tjórast, tí so følar tað. Kanska við at skriva nøkur orð um hetta evni kann Rigmor ella onkur annar fáa betri tankar um tann fría marknaðin.

Fyri at síggja tann fría marknðin má ein hyggja eftir meira enn bert sum er at síggja á yvirflatuni. Tak dømi um rósuna. Kendi fysikari Richard Feynman í var ein stuttligur maður í dugdi væl at samskifti dugdi væl at seta orð á. Her er eitt líti brot har hann tosar um at rósan er so nógv meira enn bara vøkur uttaná.

Í fría marknaðinum liggjur so nógv meira í, nemliga menniskjur sum frívilliga handla við hvønn annan. Í hesum storminum av interatiónum, transaktiónum hendur so nógv, sum politisk topstýring ongantíð klárar at eftirlíkna.

Kapital-isma og fríi marknaður

Navni sum oftani verur nýtt um frían marknað er “kapitalisma”. Á manga hátt er hetta eitt villeiðandi orð í ikki eigur at vera nýtt. Fyrst er at siga at orði er uppfunni av fíggjindanum hjá fría marknaðinum, Karl Marx. Kapitalisma er ikki ein “isma”. Tað er ikki ein filosofi, men bara ótarðnaður búskapur. Tað er eingin yvirskip

Tú kann fara á matstovu at keypa tær eta, ella á sølumiðstøðina og gera mat heima, ella heysta tína egnu føði í havanum og klárgera hana sjálvur til hon er á døðugratallerkin. Allir hesir mátanir eru líka “kapitalistiskir”. Teir allýsa ikki kapitalismu, men eru bert nakrir av fleiri møguleikum at gera tingini uppá tá ið mynduleikanir avmarka tær møguleikanir.

Nógv fólk grundgeva við at kapitalisma er ikki nøktandi moralst, men tað er sum at siga at calculus ikki inniheldur sunnar vitaminir. Alt kann fella í óviðkomandi samanberingum.

Teir tveir mátanir til ríkidømi, fríur markaður ella harðskapur

Lionel Robbins er kendur fyri hansara lýsing av búskapi:

Búskapaur er fordeiling av avmarkaðum tilfeingi, ið kann nýtast til fleiri endamál.

Í tí endaligu analysuni eru tað bert tveir mátar at umfordeila tilfeingi uppá. Tann fyrri er at menniskjur frívilligt býta um vørur og tænastur sínamillum, har báðir partar fáa ágóða. Hin seinni er at summi nýta vald til at taka tilfeingi frá nøkrum einstaklingum fyri at geva til arðar einstaklingar. Tann fríi marknaðurin er fantastiskur, tí har kunnu fólk hjálpa sær sjálvum við at hjálpa ørðum. Bakarin roynur altíð at baka tað besta breyði, ikki tí hann nøvendigvís er so hjartagóður, men tí hann vil kunna selja sítt breyð í kapping við onnur og samstundis vinna pening í meðan.

Demokratið er ikki ein treyt fyri vælferð, fríur marknaður er

Hóast flest menniskju ynskja sær at liva í einum fólkaræði har tað er møguligt at velja hvørjir politikkarir skulu ráða í landinum, so er tað ikki ein treyt fyri at eitt land skal klára seg væl.

Tað týdninarmiklasta fyri ein sterkan búskap í einum landi, er vælvirkand lógarverk, minimalt av korruptión og at tann fríi marknaðurin fær loyvi at virka.

Tak tildømis India frá hálvtrýssinum til hálvfemsini og Suður Korea frá 1961 til 1979. Meðan India hevði fult fólkaræði, var Suður Korea stýrt við jarnhond av Park Chung-hee.

Ella Chile frá 70inum til 1990, tá ið Augusto Pinochet var einaræðisharri samanborði við Brazil um sama tíðarskeið. Chile nýtti stórsæð sama búskaparpolitikk sum Pinochet hevði inført og hevur uppliva áhalndandi vøkstur síðan tíðuliga í 80inum.

Ella hvat við Hong Kong, sum ongantíð hevur haft naka sum minnir um fólkaræði, hvørki undir bretum ella undir Kina. Samanber hetta við Suður Afrika sum gjørdist leyst av apartheit stýrinum í 1994.

Søgan er tann sama, fólkaræði hevur lítla ávirkan á ríkidømi í einum landi.

Fríur marknaður er menning og haldføri

Nú havi eg sjálvt roynt meg sum politikkara og sloppi við til allar fundinir sum eg havi ætla mær í valstríðnum. Og tað er skuffandi, skuffandi at vera liberalur, tí eingin vil hoyra tað. Tað fyrsta sum journalistar ella ein vetur spyr teg er: Hvussu fert tú sum politikkari at loysa trupulleika x (sjálvandi er landið einasta amboði sum tey vilja hoyra um). Um svari er at halda seg vekk og lata fría marknaðin orna trupulleikan, so er man bara óáhugaverdur, líti vitandi og “hevur ikki skil” uppá tingini.

Men fyri okkum liberalu (tað er, tey verðuliga liberalu). So er fríi marknaðurin menningin, endurskapan og haldføri. Enn í dag hava politikkarir torført við at viðurkenna at so er.

Joseph Schumpeter er tann persónurin í fortaldi okkum at tað er eingin javnvágur í tí fría marknaðinum, men ein støðug nýggjan av møguleikum í einum havið av dynamiskum broytingum. Tann sum broytir heimin er íverksetin, nýhugsarin. Langt frá at vera tey sum útnytta arbeiðarin, so eru vinnulívsfólk íverksetar sum royna at vinna á sínum kappingarneytum við at gera vøruna/tænastuna bíligari, betri. Úrsliti av hesum er at livistøði fyri upp fyri kundan.

Teir flestu fyrilitsleysu kapitalistanir gjørdist ríkir við at seta prísin niður, ikki hækka prísin. Nýmenning var tann altavgerandi avleinging av fríari kapping, nógv týdningarmiklari enn effektivitetur, optimering og specialisering av verandi vørum/tænastum.

Í bókini “Capitalism, Socialism and Democracy(1942)” vísti hann á at “skapandi oyðing” sum lykilin til búskaparliga framgongd og sum týdningarmiklasta avleiðing av kapitalismu. Fyri at nýggj virkir og tøkni skal vinna fram, so mugu tey gomlu fara fyri bakka. Tað er ein ævigur stormur av skapandi oyðing sum førir okkum fram.

Um búskapurin sleppur at vera sum immunsystemi (blívur sterkur við at átaka sær vága). So má vinnulívi sleppa liva og ikki ballast inn og vera vart ímóti øllum vandum. Dynamikkurin í vinnulívinum at fyritøkur vera settar á stovn, meðan arðar mugu snara lykilin er náttúligur. Tað er tann óstýrliga skapanarkraftin í vit eiga at virðismeta.