Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Klemma, pussa og bona!

2012-08-19 02:07

Bjarni Djurholm

- Tað er besta medisinið at forskrekkja fjøldina av føroyingum.

Løgmaður helt eina góða ólavsøkurøðu í ár, har hann m.a. lýsti týdningin av, at ríkisrættarligu viðurskiftini verða dagførd, og vit semjast um varandi viðurskifti millum Føroyar og Danmark. 

Nógv frøddust meðan onnur undraðust. Sjónligt var, at løgmaður hevði tikið mong á bóli, nú hann opinberaði sínar visiónir um gongdar leiðir á ríkisrættarliga økinum.

Og kanska tók løgmaður tað stigið, sum kann vísa seg at savna tjóðina heldur enn at spjaða hana. Kanska hevur løgmaður í ljósmála eina skipan millum Føroyar og Danmark, sum fer at vísa seg politiskt burðardygg, fær semju millum sambands- og sjálvstýrisfólk.

Sum skilst, so eru summi sambandsfólk frustrerað. Ja, onkur vil enntá hava løgmann frá. Kanska ikki so løgið, men helst verður øðrvísi, tá málið er betri lýst og sodnað sum frálíður.

Skelkað
Tey sum tó helst eru mest skelkað er tjóðveldi. Hesin flokkurin, sum sjónliga hevur tað best í konfrontatiónunum heldur enn í loysnunum, hevur fingið ein stóran trupulleika. Tí hvat hendir, um løgmaður nú fær eina breiða semju um eina skilagóða loysn á viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark?

Hvat skal tjóðveldi so gera?
Flokkurin sum áhaldandi tosar um tjóðarsemjur, men sum uttan íhald hevur verið orsøk til tað øvugta. Seinast, tá stjórnarskipanararbeiðið varð jarðað med alla.

Tí er at vera taktiskur. At tryggja, at so nógvir stuðlar hjá løgmanni renna skríggjandi burtur sum møguligt, so einki spyrst burturúr. Hvat er so til ráða at taka?

Jú, so er at rósa løgmanni. Tí síggjast tjóðveldisfólk kropp á kroppi rósa og skamrósa, klappa og klemma, mussa og kela, pussa og bona løgmanni í hvørjum blaði og heimasíðu, har rúmd fæst.

Taktikkurin er eyðsýndur. Gerið løgmann til fullveldismann. Tað er besta medisinið at forskrekkja meira enn helvtina av Føroya Fólki. So fær løgmaður einki burturúr og tjóðveldi kann so halda fram á síni oyðimarkargongd nógv valskeið inn í framtíðina.

Meinti tjóðveldi nakað við sítt kæti um, at løgmaður hevur víst politiskt skilvísi, so tagdi flokkurin. Men tað er ikki endamálið. Tí er neyðugt at spinna, so málið aftur kann søkkja niður heimligu politisku móruna.