Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Klassakampur, kvinnukampur, klimakampur

2019-08-23 08:05

Ja, mangt er at stríðast fyri, og hesi eru nøkur av teimum, sum eg havi valt at stríðast fyri.


Øll hanga tey so ella so saman. Tey líkasum treyta hvørt annað. Og øll bera tey hitt fagra hugtak ”Frælsi” í sínum skjøldri.

Eg eri vinstravend.

Tí mær hóvar ikki, at menniskjuni verða latin fyrilitaleyst upp í hendurnar á fríu marknaðarkreftunum, sum einans hava peningaligan profit fyri hin einstaka sum endamál.

Fríi marknaðurin skal hava greiðar karmar, so ongin verður snýttur, og ongin spekulantur verður løntur. Og atlit skulu altíð takast til náttúru og menniskju.

Tí lívið er ein perlurekkja av dýrabarum minuttum. Hvør einasta menniskja og hvør einasti minuttur hava sama virði. Tí skal ongin liva í fátækt og kúgan, men hava javnbjóðis møguleikar at skapa sær eitt virðiligt lív. Uttan mun til um tey eru fødd rík ella fátøk.



Mítt politiska projekt

Sum sosialdemokratur er mítt politiska projekt heilt einfalt hitt norðurlendska vælferðarmodellið:

Eitt samfelag, sum byggir á eina samfelagskontrakt um rættindi og skyldur. At vit skulu gera okkara skyldu við at arbeiða, rinda skatt og luttaka, tá vit eru før fyri tí. Og har vit kunnu krevja okkara rætt, tá vit hava tørv á hjálp frá felagsskapinum.



Eitt samfelag..

Har fólkið er væl upplýst og hevur fría atgongd til skúla, útbúgving, mentan og list.

Har arbeiðsmarknaðurin er væl skipaður, so øll hava góð arbeiðs- og lønarkor.

Har vit rinda skatt til felagsskapin; tey stóru og sterku væl meira enn tey skerdu og sperdu.

Har vinnan og tað almenna hava atgongd til heimsins bestu arbeiðsmegi: Ein kreativan og fleksiblan hóp av sunnum, úthvíldum og væl skikkaðum starvsfólki.

Har ójavnin er ikki ov stórur millum høg og lág.

Har vit vilja skapa heimsins besta barnaland, har børn sleppa at vera børn, og ung sleppa at vera ung.

Har vit skapa bestu fortreytir fyri at sameina familju- og arbeiðslív, og reellur møguleiki er at byggja reiður undir lesnaði/læru.

Har bústaður er ein mannarættur.

Har vit hava sterkt public-service, frítíðartilboð og fólkaupplýsing.

Har burðardygd og javnvág eru ráðandi í øllum lutum: Sosialt, búskaparliga, landafrøðiliga og umhvørvisliga.

Har vit handfara og virðisøkja okkara avmarkaða náttúrutilfeingi so skynsamt, sum til ber.

Har vit taka medábyrgd fyri støðuni í heiminum, bæði viðvíkjandi verðurlagsbroytingum, flóttafólkum, arbeiðskorum, brúkaravernd og fátækadømi.

Har øll hava javnbjóðis rætt at vera seg sjálvi, at skapa sær eydnuna, at elska og liva, sum teimum lystir, so leingi tað ikki skaðar onnur.

Har vit fyrst og fremst taka okkum væl av teimum sjúku, gomlu og veiku.

Ja, at vit hava eitt samfelag, har øll hava møguleikan at gerast vinnarar í lívsins lottaríi, ikki bara tey, sum eru fødd við eini silvurskeið í munninum, men øll!

--

Eg stillaði fyrstu ferð upp og varð vald í 2011. Á valinum í 2015 bjóðaði eg meg fram aftur, varð vald og fekk álitissessin sum landsstýriskvinna í skúla- og mentamálum.

Eg eri nú 47 ár og útbúgvin lærari og havi arbeitt sum lærari, journalistur og kunningarfólk. Eri gift við Arnbjørn Ó. Dalsgarð av Velbastað, og vit eiga trý vaksin børn.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin

--
Tekstin skrivaði eg eftir áheitan frá Demokratia.