Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kendur fiskimaður og evangelistur rundar 80

2013-09-27 21:14

12. oktober verður kendi fiskimaðurin og evangelisturin, Levi Joensen úr Klaksvík, áttati ár. Hann vaks upp á Vágsheygnum í Klaksvík, og hann hevur alt gott at bera sínum foreldrum og barndómsheimi.

Hann segði í eini samrøðu við undirritaða fyri nøkrum árum síðani: “Eg vaks upp hjá trúgvandi foreldrum. Var yngstur av 10 systkjum. Heimið hjá okkum var eitt gott heim at vaksa upp í. Eldri systkin hjá mær vóru trúgvandi, og tey vitnaðu og sungu um Harran – tað píndi mína sál, at eg ikki átti hendan friðin, sum tey vitnaðu um.”

<b>Kemur til trúgv</b>

Levi gekk í sunnudagsskúla í Betesda, har hann hevði hin navnframa Líggjas á Váli sum sunnudagsskúlalærara. Hann kendi seg hart kallaðan at lata seg frelsa, og so ein dagin í sunnudagsskúlanum reisti Levi seg og vitnaði um frelsuna í Jesusi. Tá var Levi bert 9 ára gamal. 65 ár seinni, 74 ára gamal, sigur hann í nevndu samrøðu: “Tann dagin eg vitnaði í sunnudagsskúlanum, kom friðurin og gleðin í mítt bróst, og eg havi ongantíð síðani hugt til høgru ella vinstru eftir friði.”

<b>Byrjar at vitna</b>

At vitna um hesa frelsu hevur verið aðalmálið í lívinum hjá Levi, og nú hann fer um tey áttati, er als einki broytt hesum viðvíkjandi. Longu sum smádrongur savnaði hann spælifelagarnar í kjallaranum á Vágsheygnum, har hann við barnsligum orðum royndi at lesa úr bíbliuni og vitna.

Nakrir av hesum dreingjum komu til trúgv, og sum vaksnir menn gjørdust stuðlar í samkomuni. Ein av spælibrøðrunum hjá Levi, sum kom til hesi kjallaramøtini, var John Høj, sum seinni gjørdist ein kendur vinnulívsmaður í Klaksvík.

<b>Stamandi til Danmarkar</b>

Sum 13 ára gamal, í 1947, fór Levi til Danmarkar í samband við, at hann stamaði. Hann mynstraði sum messudrongur við Tjaldrinum, tí eingin ferðaseðil var at fáa. Hann kom í land á Asiatisk Plads í Keypmannahavn, og leiðin gekk til Statens Taleinstitut for talelidende í Hellerup, har hann var í 9 mánaðir.

Eisini har royndi hesin 13 ára gamli Klaksvíksdrongurin, hóast stórar talutrupuleikar, at vitna um Harran. Ein av dreingjunum, sum Levi vitnaði fyri, var úr Køge og kallaðist Svend Erik Nielsen. Eitt vinarband knýttist teirra millum, sum hevur vart til dagin í dag.

Av tí, at Levi mynstraði sum messudrongur umborð, so kann man siga, at hansara fyrsti túrur til skips var sum 13 ára gamal við Tjaldrinum; men fyrst hann var komin heim aftur til Føroyar, mynstraði hann sum 14 ára gamal við koltrolaranum Dragaberg, tann 8. august í 1948. Túrurin gekk eystur í Hvítahavi og skipari var bróðurin, Jóanis Joensen. Levi sigur, at tað sum gleddi hann ómetaliga nógv, var at síggja sangbøkurnar, tá hann kom niður í kahyttina, tí tá vitsti hann, at møtir vórðu hildin umborð.

<b>Hjáveiða</b>

Levi hevur virkað á sjónum í 36 ár, frá 1947 til 1983, tá hann legðist uppi til fordeil fyri virkið á Malta.

Ein kann møguliga siga tað soleiðis, at Levi hevur øll árini á sjónum havt eina “hjáveiðu,” og tað var sum menniskjafiskimaður. Tað var eingin túrur, har Levi ikki hevði møtir umborð, hóast hann stríddist nógv við talutrupuleikar orsaka av stamingini. Við síni “hjáveiðu” hevur hann vunnið nógvar fiskimenn fyri Harran; ein av teimum var André Hentze sáli, av Sandi, sum fór á møti hjá Levi við einum einasta endamáli at hava stuttleika av at hoyra ein stamandi talara. Men tá møti var liðugt, var André raktur av stamandi vitnisburðinum hjá Levi, og inni á skiparakamarinum kom André til trúgv á Jesus.

<b>Levi, Gretha og Malta</b>

Levi og Gretha giftust 20. november 1955. Tey fingu børnini Jóan Páll, Malan, Jónu, Rógva og Miriam.

Gretha og Levi eiga í dag 16 barnabørn og 21 langabørn. Levi sigur um Grethu: “Eg og Gretha eru eitt. Hvønn týdning hon hevur havt fyri meg, bæði sum sjómaður og í arbeiðinum á Malta, liggur goymt í Himli, og Harrin fer at løna henni ríkiliga fyri tað.”

Í 26 ár stóðu Gretha og Levi saman í arbeiðinum á Malta í Hirtshals, sum upprunaliga var eitt arbeiði millum fiskimenn burturav. Fyrsta møti á Malta varð hildið sunnumorgunin 1. juli 1984. Tey, sum vóru við til fyrsta møti vóru Gretha og Levi, sonurin Rógvi, og Leivur Vitalis og konan. Síðani tá hevur tað verið reglulig breyðbróting og evangelisk møtir sunnudagar á Malta. Sum árini gingu, so løgdust fleiri til, og sunnudagsskúli byrjaði og eisini reglulig bønar- og uppbyggingarmøti mikukvøld.

Ein partur av arbeiðinum var at vitja umborð á tey mongu skipini, við føroyskari manning, sum komu inn í Hirtshals at landa. Levi hevði møtir umborð og hann bjóðaði monnunum niðan á Malta til møti og eina hugnaløtu.

Sum árini gingu, so øktist arbeiði millum føroyingar til onnur støð í Jyllandi. Mánaðarlig møtir vórðu hildin í Frederikshavn, Ålborg, Vejle, Esbjerg, Sønderborg og enntá á Bornholm. Einaferð um mánaðin, í mong ár, fylti Levi bilin við bensini, sangbókum og góðum andaligum lesnaði, áðrenn hann og Gretha settu kósina “Suður á land,” sum Levi kallaði hesar møtitúrarnar. Tá Levi og Gretha vóru aftur á Malta seint sunnukvøld, tá vóru gott 1.000 kilometrar komnir afturat upp á kilometurteljaran. Tá Levi endaði tænastuna á Malta, eftir 26 árum, tá hevði hann koyrt túsundavís av kilmetrum á Jyllandi við evangeliinum – túsindavís av kilometrum sum menniskjafiskimaður.

<b>Alt hevur sína tíð</b>

Mikukvøldið 17. november 2010 høvdu Levi og Gretha farvælløtu á Malta, har tey takkaðu fyri tíðina á Malta, og tað vóru mong, sum nýttu høvið at takka teimum fyri tíðina, sum hevði havt ein avgerandi týdning fyri lívsleiðina hjá fleiri.

Ein av teimum, sum kom at siga farvæl var fyrrverandi borgarstjórin í Hirtshals, Knud Størup. Í samband við føroyskar familjur, sum fluttu til Hirtshals-kommunu í fíggjarkreppuni fyrst í 90unum, kom Levi at hava nógv samskiftið við kommunumyndugleikarnar í Hirtshals, og her var tað, at eitt serligt forhold kom at vera millum Knud Størup, sum tá var borgarstjórii, og Levi. Fyrrverandi borgarstjórin segði í røðu síni til Levi: “Han fik direkte forbindelse med mig som borgmester, og sådan blev det!”

<b>Aftur á Vágsheygnum</b>

Levi byrjaði at vitna um Harran í kjallaranum í barndómsheiminum á Vágsheygnum, hann vitnaði í 36 ár umborð á skipi, og í 26 ár talaði hann ótroyttiligur evangeliið fyri føroyingum í Jyllandi. Nú er hann komin aftur har, sum hann byrjaði, á Vágsheygnum. Levi er ikki so mobilur í dag, sum áður, men hesar seinastu mánaðirnar hevur hann skrivað lívssøgu, sum væntandi kemur út til jólar. Tað verður spennandi at lesa bókina um Levi og Grethu, sum kemur at hava ikki færri enn 250 myndir.

Levi sigur, at dagurin verður hildin í Betesda 12. oktober frá kl.17.00 til kl.22.00. og at øll eru hjartaliga vælkomin.

Honum verður ynsktur ein minniríkan føðingardag!