Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Keðilig, men neyðug stig

Dagstovnaráðið heitir á allar kommunalar- og landspolitikkarir um at vísa í verki, at vit í Føroym virða allar fakbólkar og hvønn annan, sum javnstøðis borgarar‚ og tískil veita LÍKA LØN fyri javnsettar útbúgvingar.
Námsfrøðiliga økið hevur leingi verið eftirbátur í lønarviðurskiftum í mun til aðrar fakbólkar á sama útbúgvingarstigi. Bæði viðvíkjandi lønarlagi, starvsaldur og ikki minst eftirløn!
Námsfrøðiliga økið hevur, av tí sama‚ havt trupult við at fáa ungfólk at vera áhugað í at nema sær útbúgvina á økinum‚ og at arbeiða og støðast innan námsfrøðiliga økinum. Sum nú er mangla uml. 500 námsfrøðingar, bara fyri at uppfylla minstakravið í dagstovnalógini. Hetta førir við sær‚ at vit sum samfelag fáa eina vánaligari tænastu innan alt tað námsfrøðiliga økið. Avleiðingarnar av hesum kenna vit‚ sum starvast á økinum, okkara børn, búfólk á stovnum og brúkarar kring alt landi.
Vit vita, at lønin er ein stórur partur av hesum trupulleikanum og kunnu als ikki góðtaka, at okkara fak áhaldandi verður fyri hesum mismuni.
Føroya Pedagogfelag er tvungið til at taka tey keðiligu‚ men neyðugu stigini, fyri at fáa okkum javnsett við onnur fakøkir á jøvnum útbúgvinarstøði.
So góðu tit, sum sita við ávirkan og sum taka avgerðirnar - nógv av tykkum eru vald av limum í Pedagogfelagnum út frá teimum lyftum‚ sum tit høvdu um at geva okkum betri arbeiðskor - fáið nú hettar í rættlag og gevið okkum virðilig kor at arbeiða undir!

Føroyar fáa tað tíggju, ja um ikki hundrafold aftur.

Dagstovnaráðið