Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Katastrofa fyri fiskivinnuna

Tað er eingin loyna, at framlagda uppskotið um eina fiskivinnunýskipan fyri Føroyar, er ikki eitt uppskot, sum verður gott fyri Føroyar.

Kvotaskipan, uppboðssøla og aðrar teoriir skulu gjøgnumførast, og vil samgonga vera við, at hetta er burðardygd og kemur at verða rættvísari fyri okkum øll.

Men er hetta so ? – Nei so avgjørt ikki.

Tá ið vit í dag hava eina fiskivinnu, sum hevur fóta sær rættuliga aftaná nógv tung ár, skal hetta nú niðurlagast og argumentini frá samgongutingmonnum eru tey, at hetta er betri fyri okkum øll.

At tað gongur væl í Klaksvík og norðurøkinum í dag og at eitt slíkt uppskot kemur at niðurlaga hendan framburð, er bara fakta.

Í einum økið, har fiskivinnan er drívmegin, vilja tað altíð verða sveiggj. Hesi sveiggj raka ikki bert fiskivinnuna sjálva, men eisini tað avleidda virksemi, sum fiskivinnan stendur fyri.

Ofta verður tikið til, at um veðrið er ringt, harður streymur og lítið til av fiski, so rakar hetta smiðjur, bakaran, klæðnasølur – ja alt – tí hetta er jú lokalbúskapur.

Vit vita at so er og brynja okkum við tolið og treysti til tað batnar. Hetta eru so tey náttúrugivnu elementini, sum vit sum oyggjabúgvar og veiðufólk hava tillaga okkum eftir í fleiri hundrað ár.

Tá ið vit so nú skulu fyrihalda okkum til eina fullkomiliga sentralstýrdari fiskivinnu, ið skúgvar sunnan hugsunarhátt burtur og har vit frameftir skulu fyrihalda okkum til teoretiskar akademiskar útrokningar, hongur hetta ikki saman.

Væl vitandi, at onkrar dagføringar kunnu gerast, so er eitt nýskipan sum hendan so avgjørt ein niðurlaging av fiskivinnuni sum heild.

Henda nýskipan leggur ikki upp til eina endurnýggjan av okkara veiðuflota og hon leggur heldur ikki upp til at burðardygga veiðan verður betri enn í dag.

Hon leggur upp til, at inntøkurnar í tí privatu vinnuni skulu kanaliserast í landskassan, soleiðis at tað almenna kann fíggja eina munandi hægri rakstar- og umsitingarútreiðslu til sín politik.

Eg vil fara so langt og siga, at um hetta verður leisturin so hava vit eitt – ja bara eitt landsreiðarí – har sjómenn verða starvssettir við somu treytum, sum landsreiðaríini í dag (Vørn/SSL). Tá lystir meg at sjá, føroyingin-veiðimannin, lívsæðr føroya – um her verður lív laga.

Hetta er tað sum fyrigongur, hetta er tað samgongan ætlar at gjøgnumføra – tey vita kanska ikki betri, men hetta er so ikki nakar vegur fram móti einari betri Føroyar fyri føroyingar.

Um tað gongur væl lokalt, er hetta ikki bara gott fyri lokalsamfelagið, sum fleiri tingmenn vilja føra fram, hetta er jú gott fyri alt samfelagið.

Vónandi verður hetta uppskot broytt munandi, soleiðis at vit og skil ræður heldur enn øvund og óvitan.

Símun Gullaksen