Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kassameistarin í Sørvágs Arbeiðarafelag

2020-12-07 21:52

Tá ein fer inn á Web-síðuna hjá Føroya Arbeiðarafelag (FA), “fafelag.fo”, og velur bjálkan sum nevnist “lokalfeløgini”, so eru øll lokalfeløgini listaði har. Og upplýsingar um alt sosum nevndarlimir mv. er at finna. Eisini er nevnt Sørvágs Arbeiðarafelag.

Sum kassameistari í Sørvágs Arbeiðarafelag stendur Helgi Mouritsen. Har stendur adressa og mobilnummar hjá Helga, um so at onkur ætlaði at ringja til hansara.

Nú er tað so, at Helgi Mouritsen setti tuflurnar frá sær, og segði farvæl til hesa verðina fyri skjótt trimum árum síðani.

Tann 15. juni í ár gjørdi eg formannin í Sørvágs Arbeiðarafelag varðuga við tað. Og at hettar var manglandi virðing og háðan ímóti teim eftirsitandi.

Á aðalfundinum hjá felagnum tann 10. okt. kritiseraði eg harðliga, at Helgi framvegis stóð sum kassameistari á heimasíðuni hjá FA, og bað um eina forkláring. Tað bleiv sagt, at tað er FA sum umsitir heimasíðuna, men hettar skuldi rættast sum skjótast. Eg segði at, eisini mailadressan hjá Sørvágs Arbeiðarafelag var skeiv. Tí tú kannst ikki brúka “ø” í eini mailadressu.

Nú eru vit farin um 2. sunnudag í advent. Og hendan fagra adventsunnudag stendur Helgi Mouritsen framvegis sum kassameistari í Sørvágs Arbeiðarafelag

Føroya Arbeiðarafelag hevur ongantíð gingið høgt uppí teir einstøku limirnar. Hettar er tað vit síggja avspegla her. Limirnir eru til at blíva plukkaðir fyri pengar, og onki meira enn tað. Tað verður sagt, at formaðurin í FA situr við eini ársløn uppá 3 arbeiðaralønir. Og við nógvum fólkum aftrat sær. Og tey syrgja so væl fyri at fara inn á konto hjá limunum at takað út tað sum tey halda fyri gott. Men so tíma tey heldur ikki meira. Og kostar vællevnaðurin hjá leiðsluni, at tað verður traðka niður á kenslurnar hjá teirra limum, so er tað væl tað sum kann henda.