Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Karlamagnusarbreyt og ferðslukaos í Tórshavnar Kommunu

2020-11-09 10:14
Kommunalpolitikkur -  

Býráð og umsiting hava víst fullkomnað líkasælu í samband við parkering og í samband við ferðsluviðurskiftini á Karlamagnusarbreyt og í samband við ferðsluviðurskiftini í stórum pørtum av kommununi. Nú beint áðrenn val, bleiv lovað bót og bati - men so er at halda tey til tað.

Ímeðan fleiri politikarar tosa um hitapottar og súkklubreytir, so hava tey, við teirra líkasælu, skapt stórar ferðslutrupulleikar og vandar í ferðsluni, í Hoyvík, í Havn og stórum pørtum av kommununi. Stutt sagt, so verður ferðslutrupulleikin í kommununi ikki raðfestur. Og hann veksur morgun fyri morgun.

Karlamagnusarbreyt, sum kundi verið ein sólskinssøga, er vorðin til ein ferðslu- og bústaðarruðuleika av teimum heilt stóru - tað kann ein og hvør síggja.

Eisini eru ferðsluviðurskiftini við Skúlan á Løgmannabreyt beinleiðis vandamikil.

Seinasta dømið um líkasælu er grótið, sum komandi árini skal koyrast frá Velbastað, ígjøgnum Havnina og til Runavíkar.

· Lat okkum gera Karlamagnusarbreyt til eitt gott stað at búgva og at parkera

· Lat okkum gera ferðsluviðurskiftini við Bónus og Skúlan við Løgmannabreyt trygg

· Ljósregulering skal gerast, har sum Løgmannabreyt møtir Vegnum Langa

Vilt tú hava tryggari og betur ferðsluloysnir fyri teg og tíni í allari kommununi, so veitst tú, hvar krossurin skal setast.

Nøkur av hjartamálunum annars:

· Fjarhitafelagið - gjøgnumskygni og kappingarførar prísir

· Bussleiðin skal tillagast brúkarunum í allari kommununi - serliga teimum eldru og børnunum

· Fíggjarligt skynsemi - miðfyrisitingun veksur; ímeðan tænastan lækkar

· Miðskipa eindarleiðslan skal avtakast

· Tórshavnar Kommuna skal ikki kappast við privata vinnulívið

· Sankta Frans skúli, Skúlin á Argjahamri, Hoyvíkarskúli og Badmitonhøllin skal umvælast umgangandi

· Ferðavinnan og inntøkurnar frá ferðavinnuni, skapa trivnað í kommununi. Tí skal ferðavinnan hava góðar umstøður til at mennast undir

Jákup Sverri Kass

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN