Karlamagnusarbreyt – veruliga søgan

2020-10-13 08:17

Karlamagnusarbreyt – veruliga søgan

Alt málið um Karlamagnusarbreyt byrjaði í 2003-04, tá ið ætlanin um eina handilsgøtu í Hoyvík kom fram, har ætlanin var, at niðasta hæddin í bygningunum skuldi brúkast til handilslig ella vinnulig endamál, og so skuldu íbúðir vera í hæddunum omaná. Tá átti Fólkaflokkurin forrestin eisini borgarstjóran.

Men einki hendi og áhugin var lítil, so tí gjørdi Tórshavnar býráð av at broyta byggisamtyktina, so ovasti parturin skuldi brúkast til bústaðir burturav, meðan niðari partur av Karlamagnusarbreyt framvegis skuldi brúkast eftir upprunaætlanini. Tá vóru fýra bygningar komnir á niðara parti av gøtuni.

Hetta var eitt mál, har allir flokkar – uttan undantak – tóku undir við teimum broytingum, ið blivu gjørdar. Millum teirra vóru Tjóðveldi og eisini Fólkaflokkurin, hvørs borgarstjóri nú roynir at gera hetta til eina gølu, heldur enn at gera nakað við viðurskiftini á Karlamagnusarbreyt, sum einki eru blivin betri síðstu fýra árini. Kann vísa á sjónvarpstíðindini í 2018, har borgarstjórin lovaði, at her skuldu broytingar koma beinanvegin. Men kortini er einki hent síðani!

Alt ov fá p-pláss

Sum sagt, vóru bara fýra bygningar komnir og nøkur byggiloyvi ávegis, tá ið vit løgdu frá okkum við árslok í 2016. Men síðani eru byggiloyvi givin til restina av øllum tí, sum er bygt niðan eftir Karlamagnusarbreyt hesi árini, har býráðssamgongan hevur verið millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Ein hin størsti trupulleikin hevur verið, at ov fá parkeringspláss eru tøk til íbúðirnar. Og heldur enn at loysa eyðsæddu trupulleikarnar, hevur núverandi býráðsmeiriluti fyrilitarleyst útskrivað byggiloyvi á hvørjum matrikli, uttan at taka atlit at parkeringini, og tilsvarandi er óskilið bara versnað á Karlamagnusarbreyt.

Veruleikin er, at hóast nógvir møguleikar hava verið at tikið grundstykki innaftur, so pláss kundi fáast fyri millum annað parkering, hevur býráðið als ikki víst hesum áhuga, men bara skrivað út eitt byggiloyvi fyri og annað eftir.

Eisini kundi býráðið havt broytt byggisamtyktina fyri økið, so samsvar var millum bústaðir og parkeringspláss, men tað hevur meirilutin heldur ikki hildið verið neyðugt – og úrslitið er hareftir.

Sjálvt um gongubreytir, vegur, parkering og tryggleiki hava verið ein ruðuleiki, ið okkurt mátti gerast við, er einki gjørt við trupulleikarnar í fýra ár. Møguleikarnir til tað hava verið fleiri, og tað er tann veruliga gølan, um eitt gøluspjaldur endiliga skal setast á Karlamagnusarbreyt.

Nógv kann gerast

Tíbetur ber enn til at venda málinum og gera nakað, men tíðin rennur undan. Vit í minnilutanum hava mælt til at taka fleiri grundstykki innaftur, so meira “luft” kemur í byggingina í økinum, tí hesi grundstykki kunnu brúkast til enn fleiri parkeringspláss, og eisini kunnu grøn øki gerast til spæli- og frítíðarpláss.

At hetta hevur verið okkara tilmæli, kann síggjast svart upp á hvítt í gerðabókini hjá fíggjarnevndini, men eingin undirtøka hevur verið fyri tí. Nú roynir býráðsmeirilutin at pynta seg við lántum fjaðrum og mæla til júst tað, vit í minnilutanum til fánýtis hava peikað á fleiri ferðir!

Tað snýr seg bara um vilja frá býráðsins síðu, at nakað verður gjørt – og tað má vera skjótt. Tað ræður um at handla nú, meðan møguleiki enn er at gera nakað munagott. Er veruligur vilji til at gera nakað, so er beinanvegin at broyta ásetingarnar fyri økið, so henda tætta byggingin ikki heldur fram.

Eisini ber til beinanvegin at gera nakað við trygdina á øllum økinum, og somuleiðis snýr tað seg her um at vísa vilja til at gera nakað. Framhald av gongubreyt skal gerast á báðum síðum niðaneftir, og eisini skal koyrivegurin skipast, so hann verður ferðslutryggur.

Pláss er eisini fyri, at gongugøtur til skúlabørn, vaksin og eldri verða gjørdar við síðuna av Karlamagnusarbreyt. Eisini ræður um sum skjótast at fáa gjørt leiðingar, deksli í vegnum, ferðslustrípur, møguligar vegaforðingar og annað, so trygdin kemur upp á pláss.

Enn ber til at gera nakað munagott við Karlamagnusarbreyt, og vit eru til reiðar at fara í gongd beinanvegin við ársbyrjan í 2021, tá ið skipast skal fyri einum borgarafundi fyri alt økið. Vit vilja hava eitt býráð fyri borgaran, ið ger nakað við tingini.

Vit eiga øll at arbeiða fyri, at Karlamagnusarbreyt verður ein positivur partur av Hoyvík, ið vit øll kunnu gleðast um. Nú er nokk tosað í hesum málið – nú má handling til!

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin