Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kári Thomsen og álop hansara á Ísrael

2020-06-08 21:49

Fjølmiðlalopið, ið Kári Thomsen ger á Ísrael, einasta demokraktiska státin í Miðeystri, er ikki virðiligt.

Óhepnar hendingar, sum tá menningartarnaði palestinin Iyad Hallaq herfyri varð skotin í Jerusalem, eru altíð syrgiligar. At sjálvur ísraelski verjumálaráðharrin biður um umbering fyri óhepnu hendingina, sigur nógv um rættarkenslu Ísraels. Eingin leiðari í grannalondum Ísraels hevði borið fram slíka umbering. Heldur ikki leiðslan í palestinsku økjunum ella í Gaza, har tilvildarlig fólk verða ákærd,deyðadømd og tikin av døgum. Allar slíkar óhepnar hendingar í Ísrael verða væl og virðiliga kannaðar av herleiðslu landsins - og um neyðugt - av dómsvaldi Ísraels.

Ikki er so í arabiska landinum Sýria, har umleið ein hálv millión av fólki eru dripin seinastu árini – og enn verða dripin. Mótmælisgongur verða als ikki toldar, rættvísar dómsviðgerðir eru ikki til har. At mótmælisgongur kunnu fara fram í sjálvum miðbýnum í Tel Aviv prógvar, at Ísrael er ein demokraktiskur státur, eins og vit kenna til tað í vesturheiminum.

Palestinst álop á jødar eru vanlig

Við jøvnum millumbili gera palestinsk yvirgangsfólk álop á tilvildarligar jødar í gøtunum í Jerusalem og aðrastaðni í Ísrael. Seinastu árini eru nógvir jødar stungnir við knívi í gøtunum í Jerusalem. Fleiri ferðir hava palestinar koyrt við bili inn í jødiskar mannamúgvur, serstakliga har bussar steðga. Nógvir jødar hava latið lív í hesum meiningsleysu álopum. Tí er alvápnað jødisk lógregla á varðhaldi í gøtunum, dag og nátt.

Stutt síðani varð eitt heilt jødiskt húski, mamma, pápi og børn dripin, tá ein palestinari breyt seg inn í hús teirra við knívi og drap tey øll. Yngsta barnið var einans 3 mánaðir. Eini hjún í bili vóru stutt síðani álopin. Konan, sum var við barn doyði, men sjúkrahúslæknar fingu bjargað barninum.

Leiðararnir í økjunum, sum palestinar hava valdið á, senda yvirgangsmenn inn í Ísrael fyri at drepa so mangar ísraelar sum gjørligt. Millum hesi er brekað ung, sum verða misnýtt av yvirgangsfólki. Fyri nøkrum árum síðani kom ein hálvvaksin drongur fram ímóti einum ísraelskum marknaliði. Vaktarmenninir bóðu hann steðga og lata seg úr jakkanum. Tá sást, at hesin, sum var brekaður, hevði eina spreingiløðing um miðjuna. Vaktarmenninir fingu loyst spreingiløðingina av honum og sendu hann heimaftur.

Tað er eisini ein veruleiki at leiðararnir í palestinsku økjunum løna næstrafólki hjá ungum palestinum, sum hava gjørt sjálvmorðsatsóknir í Ísrael.

Hundraðtals slík áop á jødar fara fram hvørt einasta ár í Ísrael – umframt at Hamas-stjórnin í Gaza hevur latið túsundtals rakettir við spreingiløðingum regnað omanyvir sunnara partin av Ísrael í mong ár, sum hava kravt mannalív, bæði av børnum og vaksnum.

Palestinar hava ongantíð átt nakað landøki.

Í greinini nevnir Kári um palestinsk landaøki, sum Ísrael hevur stolið. Her sipar hann til økið í Judea og Samaria, sum Ísrael hertók í 1967, tá ið landið var álopið av arabisku grannunum.

Tá ið felag Sameindu Tjóða samtyktu ætlanina um at býta landið millum arabarar og jødar í 1947, vrakaðu arabarar hetta uppskotið, meðan jødar góðtóku tað. Hetta er ein søguligur og politiskur veruleiki. Á hesum avmarkaða øki stovnaðu jødarnir státin Ísrael.

Alt økið har á leið: Galilea, Samaria og Judea var undir bretskum yvirræði eftir 1. heimsbardaga til 14. mai 1948, tá jødar stovnaðu státin Ísrael, sambært samtykt felag Sameindu Tjóða í november 1947.

Fundurin í San Remo í Italia

Dagarnar 19-26. apríl 1920 var kallað saman til stevnu í býnum San Remo við Miðjarðarhavsstrondina. Á fundinum vóru forsætisráðharrarnir í Bretlandi, Fraklandi og Italia. Eisini vóru umboð úr Japan, Grikkalandi og Belgia. Umboðini fyri hesi londini vóru samd um, at Bretlandi skuldi stýra Irak og ísraelslandi, sum tá varð nevnt Palestina, meðan Fraklandi skuldi stýra Sýria og Libanon. Fólkaforbundið, sum virkaði áðrenn felag Sameindu Tjóða, fekk so málið til viðgerðar og sdamtykti:

”Sameindu stórveldini eru samd um at lata einum av hesum londum í hendi yvirræði á ísraelsku/palestinsku økjunum. Við tað, at stórveldini eisini eru samd um, at nevnda land (Bretland) skal hava ábyrgdina av at fremja til veruleika yvirlýsingina, sum varð gjørd 2. november 1917 (tað vil siga Balfour-yvirlýsingina) sum bretska stjórnin hevði sent út og sum var góðtikin av øllum stórveldunum, sum við vælvild fagnaðu stovnanini av einum jødiskum tjóðarheimstaði í Palestina.”

Arabisku londini gera álop á Ísrael

Í november 1947 samtykti felagsskapur Sameindu Tjóða eina uppbýting av sonevnda Palestina, ímillum jødar og palestinar. Jødarnir góðtóku sín part, meðan palestinar søgdu nei.

Kl. 16 fríggjadagin 14. mai 1948 stovnaðu jødar státin Ísrael innanfyri landamørkini, sum Sameindu Tjóðir høvdu kosið teimum.

Morgunin eftir 15. mai 1948 lupu arabisku grannalondini á nýstovnaða státin Ísrael – og hertóku tá hetta økið sum í dag - púra skeivt – verður nevnt “vestari áarbakki” ella ”hertikið økið”. Hetta er gamla Judea og Samaria, sum var ein partur av gamla Ísrael. Arabisku grannarnir tóku tað í einum álopskríggi á nýstovnaða Ísrael. Státurin Jordan legði hetta økið undir sítt vald. Hvørki felag Sameindu Tjóða ella nakað land í heiminum, kravdi at Jordan skuldi taka seg aftur av hesum sama økið, sum teir høvdu tikið. Jordan misti hetta økið aftur í álopskrígggi teirra við Ísrael í 1967. Ísrael hevur allan rættin til alt hetta økið, umframt Jerusalem, sum hevur verið lógligi høvuðsstaður Ísraels í 4000 ár.

Føroysk umboðsstova í Jerusalem

Í vanvirðing móti Ísrael letur Kári øði sína eisini ganga útyvir Jenis av Rana, uttanríksráðharra, sum í øllum sømileika, saman við samgonguni, hevur sett sær fyri, at seta á stovn eina umboðsstovu í Ísrael, sum er eitt tað mest framkomna landið í heiminum í dag, snøgt sagt innan øll øki. Men hesa ætlan hjá Jenis av Rana kallar Kári fyri “devulsettan” atburð. Ótrúligt, at maðurin fær seg at festa slík ókvæmisorð á blað móti einum føroyskum uttanríksráðharra og fólkavaldum politikkara.

Einki gleps hoydist frá Kára tá ið føroyska sendistovan í Peking lat upp. Kommunistiska Kina hevur í ein hálva øld knúskað og bart niður allan kristindóm og trúgvandi fólk og sum nú í seinastuni hevur lagt sína køldu hond á íbúgvararnar í Hong Kong, har mannarættindi verða knúlvað og mótmælisfólk tveitt í fangahús fyri lítið og lætt.

Tá Føroyar kunnu hava umboðsstovu í kommunistiska Kina, so er mangar ferðir størri og betri orsøkir at hava umboðsstovu í Ísrael, sum byggir á somu demokratisku meginreglur sum Føroyar.

Svenning av Lofti