Kár P. Højgaard spyr Henrik Old um endurnýggjan av koyrikorti
2018-02-10 19:03
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um føroyska koyrikortið, settur Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Er føroyska koyrikortið góðkent á altjóða støði, javnbjóðis galdandi koyrikortum í Norðurlondum?
2. Er yvirskipaða ætlanin hjá føroysku ferðslumyndugleikunum í mest møguligan mun, at
ásetingarnar í føroyska koyrikortinum samsvara tí danska og hjá grannalondunum, fyri at fáa og varðveita fulla góðkenning av okkara koyrikorti?
3. Fer landsstýrismaðurin at avtaka aldursloftið á koyrikortinum og kravinum um læknaváttan, við
at áseta samtyktu 15 ára regluna í Danmark, til eisini at galda í Føroyum?
4. Um nei, heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at 80 ára gamli pensjonisturin árliga skal
gjalda 4-500 kr. fyri endurnýggjan av koyrikorti, um tað ikki verður mett neyðugt í grannalondum?
Viðmerkingar:
Fólkatingið hevur frá 1. juli 2017 samtykt, at koyrikort til bil og MC ikki gongur út vegna aldur á
bilførara. Ein avleiðing av hesum er, at kravið um læknaváttan er slept, tá koyrikortið verður
endurnýggjað.
Nýggju ásetingarnar eru ikki galdandi fyri bilførarar við avmarkingum vegna sjúku. Tá teir skulu
endurnýggja koyrikortið, krevst framhaldandi læknaváttan, uttan mun til aldur.
Nær koyrikortið gongur út er tengt at, nær tað er útskrivað. Fyri nakrar bilførarar er koyrikortið
galdandi, til teir eru sjeyti. Tey nýggjaru koyrikortini eru galdandi 15 ár fram frá útgávudegnum.
Hereftir verða koyrikortini endurnýggjaði á Borgerservice og eru galdandi 15 ár fram, uttan mun til
aldur á bilførara.
Heldur ikki í Týsklandi og Svøríki er eitt ovara aldursmark fyri koyrikort til bil. Tá tað ikki verður
mett, at skipanin hevur óhepnar avleiðingar fyri ferðslutrygdina, var tað m.a. orsøkin til, at
Danmark broytti reglurnar um endurnýggjan av koyrikortinum.
Eldrafelagið í DK, saman við FDM, fegnast um broytingarnar, at eldri bilførarar nú kunnu spara
pening til eina umsiting, sum ikki verður mett at hava avgerandi ella týðandi leiklut fyri
ferðslutrygdina.
Verður koyrikort í Føroyum útskrivað til ein 18 ára gamlan persón, er hetta koyrikortið galdandi í
57 ár.
Tá talan er um ferðslutrygdina, kann tað fyri tann 80 ára gamla, roynda og vælvirkandi føroyska
pensjonistin tykjast løgið, at eitt koyrikort kann vera galdandi í 57 ár, meðan hann á hvørjum ári
skal góðkennast og harafturat gjalda munandi upphædd fyri læknaváttan, myndatøku og koyrikort,
fyri at kunna varðveita rættin at koyra bil.
Løgregla er felags málsøki, ferðslulógin er í mestan mun samlík í londunum.
Tætt samband er millum Danmark og Føroyar og túsundtals føroyingar búgva niðri. Somuleiðis er
bilferðslan stór í summarhálvuni, har eisini eldra ættarliðið her vitjar í Danmark, eins og teir leita
hendaveg.
Ein stendur spyrjandi, hví somu reglur ikki eru galdandi fyri endurnýggjan av koyrikorti til okkara
eldru borgarar, ið mangan koyra á somu vegum og standa í somu bilrøð, sum teirra javnlíkar og
javnaldrar í Danmark, undir eftirliti av felags løgreglu.
Á Løgtingi, 8. februar 2018
Kári P. Højgaard