Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kappabrøgd og savningarmegi

2019-07-08 09:29

Kappabrøgd og savningarmegi

Minnist enn hvussu øgiligur spenningurin var upp undir fótbóltsdystin móti Eysturríki í Landskrona hin 12. september 1990.

Vit óttaðust fyri einum lemjandi avsmurningi, sum fór at geva afturhaldskreftunum rætt, ið royndu at tala føroyingar frá at royna seg í altjóða kapping.

Óvæntaða og frálíka úrslitið savnaði tjóðina, sum annars var á veg inn í svárastu kreppu í nýggjari tíð.

Tað ber illa til at seta virði á slík fyribrigdi, men at tey hava stóran týdning, er ongin ivi um, tí vit høvdu annars ikki nógv at gleðast um og reypa av fyrra partin av hálvfemsunum.

Tíðin er ein heilt onnur í dag, og avrikið hjá U 17 í Gøteborg av øðrum slag. Tí tað kom ikki heilt óvart á, at føroyskur hondbóltur kundi gera vart við seg.

Ungir alvar við áræði
Hitti Hall Danielsen ein dagin herfyri og spurdi, um meiri krút var í hondbóltinum enn tað, vit longu høvdu sæð.

Tað var hann sannførdur um, tí vit áttu fleiri talent í heimsflokki í yngru deild, sum í fleiri ár hava vant miðvíst fyri at røkka toppinum í altjóða hondbólti.

Men at U17 sum kollektiv var ført fyri at fremja eina røð av kappabrøgdum sum í hesi kappingini, hugsi eg bara teir sjálvir og tey nærmastu vóru greið yvir.

Tað var heldur ikki við bivan, vit fylgdu við finaluni ímóti Svøríki. Heldur við vónini um, at stabiliteturin helt sær til síðsta bríksl. Tí vit høvdu sæð, hvussu róligir, evnaríkir og sannførandi teir vóru á vøllinum.

Sum í einum áttamannafarsróðri hildu teir tørn longu seigu tøkini fram móti endaspurtinum. So settu teir á og runnu í spurtinum frá Svøríki og komu sannførand á mál – leysir av svenskari mótstøðu.

Heimavøll í Føroyum
Hóast tíðirnar eru betri og fyrireikingarnar drúgvari, so er týdningurin av savningarmegini minst líka stórur í dag sum tá.

Avrik sum hetta fáa okkum øll at kenna okkum sum eitt fólk, ið kann lyfta seg upp á hægri tindar enn teir, vit longu hava rokkið.

Kortini merkisvert, at tvey viðurskifti eru tey somu sum í 1990. Bæði brøgdini vóru leveraði í Svøríki - annað í Landskrona og hitt í Gøtebrog. Og so spælavit heimadystirnar í atljóða hondbóltskappingum á útivølli, eins og fótbóltslandsliðið gjørdi í 1990, tí vit høvdu ongan viðurkendan heimavøll at spæla á.

Tá tóku toftamenn um endan, nú blivu tað ungu menninir á U17, sum sparkaðu posjektið í gongd, so vit eisini fáa virðiligar umstøður til kappingar í altjóða hondbólti.

Hjartaliga tilllukku við avrikinum, og takk fyri løturnar, tit góvu okkum. Somuleiðis ein heilsan til súkkluliðið, sum rakk París í gjár og bestu eydnu til itróttarfólkini á oyggjaleikum í Gibraltar. Tit savna sanniliga eisini okkum føroyingar.

Magni Arge, løgtingsmaður