Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kanst tú forklára, Ingolf Olsen?

Ingolf Olsen segði í sjónvarpinum í gjár, at føroysk fiskivinna bara stendur til at missa 20 milliónir av Brexit. Hetta havi eg ilt við at skilja


Í farnu viku gav Javnaðarflokkurin út frágreiðingina ”Brexit: avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu”. Tað eri eg sum vegna flokkin hava latið hana gera. Endamálið var at geva eitt íkast til fyrireikingina av teirri næstu stóru avbjóðingini innan føroyskan fiskivinnupolitikk.

Vit vita framvegis ikki hvat fer at henda við Brexit. Ósemjan um hvat Bretland skal gera er stór. Teir stóru flokkarnir hava hvør sína støðu, konservativi flokkurin er í tvíningum – og ovast uppi í stjórnini er heldur eingin semja.

Harafturat kemur so stóri spurningurin um, hvat ES vil ganga við til.

Men okkurt hendir. Og at avleiðingar verða fyri okkara møguleikar at fiska í bretskum sjógvi, er lítil ivi um. Fáa tey víðgongdu í London sín vilja, kunnu hesar avleiðingar gerast stórar.

Hetta mugu vit fyrireika okkum til – og tað mugu vit gera longu nú. Tað er orsøkin til hetta íkastið til kjakið.


Ikki lisið tað

Fleiri miðlar hava nú við støðið í frágreiðingini sett fokus á spurningin – og tað var partur av endamálinum.

Men í sjónvarpinum hóskvøldið søgdu Ingolf Olsen og Jacob Vestergaard ymiskt um sjálva frágreiðingina, sum eg noyðist at viðmerkja.

Tað bleiv sagt at ”hugburðurin” í frágreiðingini ikki var tann rætti. Men frágreiðingin leggur bara fakta fram. Tað er eingin ”hugburður” í henni.

Sagt bleiv at ”premissurnar” um at Bretland fer at ”svinga taktstokkin” eftir Brexit eru skeivar. Tað stendur ikki – men tað verður víst á, hví fiskivinnan er einasta øki, har bretar greitt kunnu sigast at hava tey bestu kortini á hondini í sambandi við Brexit. Og tað er fakta.

Sagt varð, at hetta vóru ”konstrueraðir” trupulleikar, og at Danmark fer at fáa nógv størri trupulleikar av Brexit enn Føroyar. Men har er einki ”konstruerað”. Tað verður víst á fakta. Og hví Danmark og onnur lond fáa nógv størri trupulleikar enn Føroyar, verður eisini greitt frá.

Fyri at vísa á at Føroyar standa sterkar sum fiskivinnutjóð varð sagt, at ”vit kunnu fiska øll trý uppsjóvarsløgini inni hjá okkum sjálvum”. Men í frágreiðingini verður víst á okkara styrkir – eisini hesa.

Tað bleiv sagt, at vit kunnu útnytta hetta til at fáa betur atgongd til ES-marknaðin og bretska marknaðin. Men eisini tað stendur í frágreiðingini...

Mín fatan var, at Ingolf og Jacob kritiseraðu nakað, teir ikki høvdu lisið...


20 milliónir?

Meira ørkymlandi var kortini, at Ingolf Olsen hevði hug at tileinkisgera alt hetta, tá hann segði, at Føroyar bara stóðu til at missa umleið 20 milliónir av Brexit. Sama tal nevndi Hans Ellefsen úr Fiskimálará ðnum í radaranum í farnu viku.

Men taka vit árið 2014 sum dømi, so siga tølini, at føroysk skip fiskaðu fyri áleið 440 milliónir í bretskum øki í 2014 – serliga makrel. Tað vóru góð 12 % av allari okkara veiðu tað árið.

Tað gjørdu vit, tí fiskurin hevur væl hægri prís, tá vit fiska hann í betskum sjógvi enn føroyskum sjógvi.

Seinastu fýra árini hevur veiðan úr bretskum sjógvi í nøgd verið millum góð 10 og 20 % av føroysku heildarveiðuni.

Vit kunnu fiska hetta inni hjá okkum sjálvum. Vit kunnu helst fiska meir í norskum sjógvi. Vit kunnu eisini gera nýggjar handilsavtalur, so vit fáa størri inntøkur av hvørjum kilo.

Alt er á borðinum, tá nakað so grundleggjandi sum Brexit hendir.

Men sterkar kreftir í Bretlandi vilja altso hava, at vit missa atgongdina til bretskan sjógv.

Vit fiska rættiliga nógv hjá teimum – og teir fiska nærum einki inni hjá okkum.

Bretland er okkara triðstørsti marknaður – og okkara marknaður hevur ongan týdning fyri teir.

Einfalt verður tað ikki...

Og at kostnaðurin bara verður 20 milliónir, um vit missa atgongdina uttan at fáa aðrar avtalur, havi eg ilt við at skilja. Vit hava í frágreiðingini víst á virðið á veiðuni úr bretskum sjógvi. Og vit hava víst á, at tað hevur týdning, at reiðaríini kunnu leggja sær veiðuna til rættis so effektivt sum gjørligt. Alt bendir á at bretskur sjógvur hevur havt stóran týdning í hesum sambandi. Ein týdning, sum er verdur meira enn 20 milliónir.

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu Ingolf Olsen (og Fiskimálaráðið?) koma fram til hetta lítla talið. Tí er tað rætt, fær Brexit jú nærum ongar avleiðingar fær fyri okkum. Og so nýtast vit heldur ikki at nýta tíð og orku til at fyrireika okkum til tað...