Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kanska tú ið lesur, kann gleðast saman við mær ??

2019-06-13 11:10

Nakrir tankar um hvat okkara skattur eisini verður brúktur til og sum vit ikki so ofta hugsa um í dagligdagnum, kanska tú lesur og gleðist saman við mær😊:

Koyrdi Oliviu í skúlan í morgun, hon skal upp í samfelagstøkni í dag, hon gongur í 8. og skal í 9. komandi ár, fantastiskt at ØLL hava møguleikan🙏takksom!
Koyrdi so fram við vakra Sandagerði og kom til Landssjúkrahúsið, eg prísi meg lukkuligan fyri at vit hava tann trygga stað tá tað brýtur um bæði borð, har heitar hendur verna um og hjálpa, har lívið sær dagsljós og sjúkur verða bastar, ikki altíð gongst sum vit ynskja, gott at vita at um so er, so far man ein verdigan deyða, við sínum rundan um seg..🙏takksom!
Gjørdi mær ørindini ávegis heim aftur stóð eg í kø við ljósteiðar, aftan fyri meg stóð ein sjúkrabilur.. sum tað er gott at tey koma tá okkum treingir tey, trygt og gott 🙏takksom!
Brandbilurin var ávegis oman á vestarukaj, hvat var áfatt veit eg ikki, men hann blinkaði IKKI...men eisini tað er ein ómetaligur tryggleiki um oyðandi eldurin festur í🙏takksom!
Ùti í Hornabø kom eg at koyra aftaná líkbilinum, hann blinkaði oman í Kapelli..onkur sum skal koyrast seinasta strekki...og tá eg so kom út eftir Velbastaðvegnum var mær hyggjandi yvir á kirkjugarðskapelli og sá at merkið var í ½stong, onkur skal leggjast til seinastu hvíldina í okkara vakra kirkjugarði❤️ tá vit ikki longur síggja sólina reisa úr eystri, søkja sær hav í vestri, ikki kunna elska tey vit fingu at elska longur, hoyra fuglasong, og elskaðar røddir meira, tá verður eisini tikið hond um okkum🙏takksom!
Fyri at tað ikki skal verða lygn, so møtti eg politinum, ikki tí tað er so upplyftandi, men tað er gott at vita at teir eru her, tá okkurt er áfatt, trygt og gott..🙏takksom !
OG hvørjum bili koyri eg so í?? jú eg koyri í einum avlæmisbili, eg skal ongantíð og havi ikki loyvi at koyra ein vanligan bil tí eg lammist av og á, alt skal eisini verða uppi við rætti...also bremsa og speedarin, eisini tað er møguligt fyri meg, sum eri avlæmispensionistur við pensión 🙏mega takksom!
Jú, vit gjalda skatt, summi meira onnur minni, men hetta verður hann eisini brúktur til, vit eru heppin at búgva beint her!! 
Bara nakrir tankar og upplivingar ein heilt vanligan dag, koyrandi oman úr dalinum og gjøgnum okkara ALRA vakra høvusstað og heimaftur niðan í vakra dalin og sýggi at skrellumennirnir hava tømt mær skrellubyttuna ... 🥰🥰