Varatinglimur í Sjálvstýri

Kann man vera kritiskur mótvegis LGBT, og samstundis fevnandi?

2019-08-11 21:10

Um tú vágar tær at vera skeptiskur mótvegis LGBT, so verður tú per automatik skýrdur at vera homofob, reaktionerur, konservativur, fordømandi, gammeldags, ekskluderandi, “religiøsur” v.m.

Hvussu ber tað til at LGBT hevur fingið einkarrætt uppá hugtøkini “fevnandi”, “inkluderandi” og “fjølbroytni”?

Lat meg siga tað beinanvegin: Eg eri sera skeptiskur mótvegis LGBT felagsskapinum. LGBT er fyrst og fremst ein felagsskapur sum hevur havt viðvind seinastu árini, tí teir hava dugað so sera væl at hildið seg í offurrolluni, umboðandi teimum sum meta seg at vera í minniluta, tí tey ikki hava somu rættindi sum øll onnur. Hvør kann ikki hava sympati fyri slíkum?

Men LGBT er so óalmindiliga nógv meira og nógv ógvusligari enn bara hetta. LGBT er meira líkt eini nýggjari religión, sum ótarnað sleppur at gera innrás í Føroyum og øðrum grannalondum í stórum stíli. Ein religión sum hevur til endamáls at fáa okkum at venda grundleggjandi biologi og kristnum virðum bakið, og føra okkum yvir á ein heilt nýggjan plattform. Ein heilt nýggjan hugsunarhátt. Tað er ikki longur nakað sum eitur absoluttir sannleikar, men vit skulu hvør sær, frá barnagarðsaldri finna útav hvat ið vendur niður og hvat ið vendir upp. Nú skulu vit enntá sjálvi finna útav, hvat kyn vit eru. Hetta er ein sera ekstrem versión av humanismu, sum samfelagið við opnum ørmum er í gongd við at taka til sín.

Absoluttir sannleikar sum “tú ert ein drongur” og “tú ert ein genta” skulu skiftast út við, at “kynið er bert ein sosial konstruktión”. Kynið hevur sostatt einki við biologi at gera longur, men er tengt at mentanarligari fatan. Um ein drongur kennir seg sum eina gentu, so er hann ein genta. Seriøst? Sambært biologiini, er kynið definerað í hvørjari einstakari kyknu í mannakroppinum. So har burdi ikki verið nakar ivi.

Foreldur tekna LGBT fløgg á kjálkararnar á sínum fittu smáu børnum og fara síðan á Pride at fagna hesum nýggja. Púra ókritiskt. LGBT hugsjónin treingir seg inn á skúlar okkara og barnagarðar, fyri miðvíst at gera sína ávirkan á børn okkara frá einum so ungum aldri sum møguligt. Foreldrini skulu ikki longur hava myndugleika til at ávirka barnið, ella fortelja teimum hvat ið er rætt og hvat ið er skeivt. Tí sambært LGBT hugsjónini, so er tað einki ið er rætt ella skeivt. Tað er upp til hvønn einstakan at definera síni egnu mørk og sína egnu veru.

Eri eg áhugaður, sum pápi í, at míni børn skulu indoktrinerast av hesi hugsjón? Nei takk.

Børn hava brúk fyri at fáa at vita, hvat ið er rætt og skeivt. Enn í dag. Tey hava brúk fyri okkum foreldrum sum rollumodellum. Drongurin hevur brúk fyri at kunna spegla sær í pápanum og gentan hevur brúk fyri at kunna spegla sær í mammuni. Hetta hevur verið tað sum hevur riggað best í túsundvís av árum. Nú skal tað vera upp til hvørt einstakt barn at skapa sín egna kynsidentitet, ótarnað av ávirkan frá foreldrunum? Tann sum ikki var heilavillur áðrenn, kann blíva tað nú.

Nei, nú mugu vit, sum foreldur finna myndugleikan frammaftur, reisa okkum og rópa varskó. Hetta kunnu vit altso ikki bjóða okkara børnum longur. Tey hava uppiborið nakað nógv betri og tryggari enn hetta.

Samstundis við at vit, eins og okkara størsta fyrimynd í Halgubók, skulu vera fevnandi og hjálpsom mótvegis hvørjum einstøkum menniskja, líka mikið hvørjari støðu viðkomandi er í. Hetta kann saktans lata seg gera, uttan ávirkan frá felagsskapum sum LGBT og øðrum.

Bárður Kass Nielsen

Valevni hjá Sjálvstýri