Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kann ikki samanberast

2013-12-16 19:45

Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri, hevur í miðlunum í farnu viku funnist hvassliga at kostnaðinum av at reka Tórshavnar Kommunu, sum er vaksin nógv seinastu árini.

Tað er rætt, at raksturin er vaksin hesi seinastu 10 árini, men tá ið tað er sagt, so er eisini neyðugt at hyggja nærri eftir, hvussu kommunan sá út fyri 10 árum síðani í mun til í dag. Tað er ein sannroynd, at Tórshavnar kommuna er nógv broytt hesi 10 árini, og tí ber illa til at samanbera hesi tøl, lutfalsliga er rakstrarkostnaðurin tó vaksin sera lítið.

Ein størri kommuna og fleiri tænastur
Í hesum 10 ára tíðarskeiði er Tórshavnar kommuna vaksin við fleiri bygdum/oyggjum, sum frammanundan vóru sjálvstøðugar kommunur. Við ársbyrjan í 2005 løgdu Hestur, Nólsoy, Velbastaður og Kirkjubø saman við Tórshavnar kommunu, og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur nakrar øktar útreiðslur við sær.

Harafturat hevur man í hesum tíðarskeiði eisini sett á stovn eina ókeypis bussleið í kommununi, sum er ein av mongum nýggjum tænastum til borgaran. Aðrar nýggjar tænastur í hesum tíðarskeiði eru eitt nú frítíðarskúlatilboð til 2. flokk, fleiri dagstovnar, sysktinaavsláttur, fleiri ungdómstilboð og fleiri kommunulæknar. Harafturat hevur kommunan í sama tíðarskeiði yvirtikið barnaverndartænastuna, yvirtikið og bygt út umsorganararbeiði á eldraøkinum við m.ø. Heilræði, sum hevur heimavitjanir og eitt nú skipar fyri rørsluvenjingum til tey eldru, og fleiri tilhald eru komin í kommununi.

Vit hava bygt ítróttarøkið út við m.ø. fimleikahøllini Fimi, Tórsbreyt, fleiri sparkivallum og skoytibreytini, sum sjálvsagt hava nýggjar rakstrarútreiðslur við sær. Tveir nýggir skúlar eru eisini komnir. Boðanesheimið er bygt, og infrakervið er nógv útbygt. Hetta eru bert nøkur av fleiri nýggjum rakstrarstøðum, sum eru komin í Tórshavnar kommunu seinastu 10 árini. Yvirhøvur kunnu vit siga, at kommunan í dag veitir væl fleiri tænastur til borgaran í dag enn fyri 10 árum síðani.

Somuleiðis er eisini vert at hava í huga, at í sama tíðarskeiði bleiv foreldragjaldið fyri ansingarpláss lækkað úr 30 til 25 prosent, eins og kommunan hevur bygt út tænasturnar til børn við serligum tørvi á dagstovnum.

Væl fyri fíggjarliga
Tá áhaldandi verður ført fram, at raksturin støðugt gerst dýrari, so er hetta ikki rætt. Í ár javnvigar fíggjarætlanin við 636 mill. kr. Skattaprosentið lækkaði úr 20,75% til 20,25% og barnafrádrátturin hækkaði við 45% úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr. Tað vil siga, at hetta samanlagt svaraði til kostnaðin av einum skattaprosenti, ið er met til góðar 30 milliónir krónur, men lutfalsliga eru tað barnafamiljurnar, ið merkja lættan best.

Í fíggjarlógini fyri 2014 verður hildið fast um sama skattaprosent, sum er millum tey lágu í landinum. Fíggjarlógin 2014 javnvigar við 649 miljónum, 13 miljónur meira enn í ár, skattaprosentið verður óbroytt og barnafrádrátturin er millum landsins hægstu – 8.000 kr.

Samstundis eru rakstrarútreiðslurnar í 2014 settar til at verða 480 milliónir krónur, og tað er ein lækking uppá tvær milliónir krónur í mun til í 2013, hóast hædd er tikin fyri øktum lønarútreiðslum og hægri kostnaðarstøði.

Hetta vísir alt, at Tórshavnar kommuna er ein fíggjarliga sterk kommuna, ið verður rikin skynsamt, og har raksturin ikki er vaksin óvanliga nógv. Heldur hinvegin er Tórshavnar kommuna ein kommuna, har raksturin seinastu árini er effektiviseraður munandi, soleiðis at sum mest verður fingið fyri hvørja skattakrónu.

Nýggjar tænastur í Tórshavnar kommunu seinastu 10 árini:

Frítíðarskúlatilboð til 2. flokk
Fleiri dagstovnar
Sysktinaavsláttur
Lægri foreldragjald
Fleiri tænastur til børn við serligum tørvi
Nýggir skúlar
Fleiri ungdómstilboð
Yvirtikið og útbygt umsorganararbeiðið til eldri
Heilræði
Fleiri tilhald
Ókeypis bussleið
Fleiri kommunulæknar
Fimi
Tórsbreyt
Skoytibreyt
Útbygt infrakervi
Dagførd spillivatnsætlan

Heðin Mortensen, borgarstjóri