Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kaj Leo spyr um útgjald úr ALS til sjálvstøðugt vinnurekandi

Vinnupolitikkur - 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um útgjald úr ALS til sjálvstøðugt vinnurekandi. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá:

1. Hví fáa sjálvstøðugt vinnurekandi ikki útgjald úr ALS í sambandi við arbeiðsloysi, sjálvt um hesi hava skyldu at gjalda inn í skipanina?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta skipanina, soleiðis at vinnurekandi fáa útgjald úr ALS í sambandi við arbeiðsloysi - um ja, hvussu skal skipanin vera og um nei, hví ikki?

Viðmerkingar

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at sjálvstøðugt vinnurekandi fáa onki útgjald úr ALS.

Ein sjálvstøðugur vinnurekandi, sum er stjóri og sum hevur eitt ella tvey fólk í arbeiði og sum rindar inn til ALS, fær ikki eitt oyra útaftur frá tí almenna, um hann ella hon gerst arbeiðsleys - hvørki frá ALS ella nakran dagpening frá Almannaverkinum.


Hetta ljóðar sera undarligt og órættvíst, at gjalda fult inngjald og einki fáa út, um okkurt skuldi hent við arbeiðsloysi ella sjúku.

Sama skipan fyri vinnurekandi er galdandi í Barsilsskipanini.

Eftir galdandi reglum eru fólk í sjálvstøðugari vinnu ikki við í kravdu arbeiðsloysisskipanini, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava sett á stovn.

Kortini kunnu tey tryggja seg fíggjarliga móti arbeiðsloysi við at tekna eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging hjá ALS.

Tryggingin er fyri tey, sum eiga og arbeiða í egnum virki og/ella íognarfelag og sum hava sjálvstøðuga virksemið sum høvuðsvinnu.

ALS ger eina nágreiniliga meting av, um vinnuvirksemið hjá umsøkjarum kemur undir hugtakið sjálvstøðug vinna. ALS-gjaldið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er 3.000 kr. árliga.

Sjálvstøðug vinnurekandi hava ikki rætt til at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan, fyrr enn tey hava havt tryggingina í 1 ár - uttan steðg.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at ein sjálvstøðugur vinnurekandi hevur skyldu at gjalda inn, men hevur ongi rættindi at fáa útgjald. Í veruleikanum minnir henda skipan nærmast um eina revsing fyri tann, sum setir eitt virki á stovn og er vinnu-óvinarlig.

Hví ikki fata stovnaran og eigaran eisini sum starvsfólk, sum hesin jú eisini veruliga er og sum kann gerast arbeiðsleysur í styttri og longri tíðarskeið.

Sum stovnari og eigari av einum virki hevur tú skyldu at gjalda inn í ALS, men ongan rætt til útgjald.

Henda skipan er órættvís og eigur at broytast. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN