Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kaj Leo spyr Sirið um umstøður og viðgerð til børn og ung við sálarsjúku

Heilsupolitikkur - 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um umstøður og viðgerð til børn og ung við sálarsjúku. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hví er ongin serlig deild innrættað fyri seg í nýbygninginum á Landssjúkrahúsinum til børn og ung við sálarsjúku, hóast tørvurin á innleggingum er í vøkstri og nýggi bygningurin ikki rúmar dygdargóðar viðgerðarmøguleikar, soleiðis sum onnur framkomin lond veita?

2. Er ein deild til børn og ung við sálarsjúku nakrantíð tikin við í byggiskránna og prosjekteringa av nýggja bygninginum ella er hetta spart burtur?

3. Er ætlanin at seta fleiri sálarfrøðingar í starv við servitan innan viðgerð av børnum og ungum við sálarsjúku?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað er sera álvarsligt, at tann nýggi psykiatriski depilin, sum skal byggjast á Landssjúkra­húsinum, ikki hevur eina barna- og ungdómsdeild burturav. Tað, sum verður nevnt 'avskerming' og foreldrainnlegging, er ikki nøktandi og eigur ikki at verða góðtikið í einum framkomnum, demokratiskum samfelag, sum gevur seg undir Altjóða Mannarættindasáttmálan.

Í nøkrum av okkara grannalondum er bygd og skipað barna- og ungdómsdeildir burturav. Tað kemur als ikki fyri, at børn og ung liggja innløgd saman við vaksnum psykiatriskum sjúklingum. Og av góðum grundum - tey, sum eru innløgd á eina vaksinpsykiatriska deild eru sera sjúk; tí eru tey innløgd.

Samanbera vit okkum við Danmark, so eru bæði matarsalur, uppihaldsrúm, spælipláss, undirhald við tónleikarum og annað gott, sum tryggjar barninum eitt gott og nøktandi uppihald á sjúkrahúsinum.

Hví skulu sálarsjúk børn ikki hava somu góðu umstøður sum sjúk børn annars hava í føroyska samfelagnum? Sum kunnugt, er ein barnadeild burturav á Landssjúkrahúsinum til likamliga viðgerð. Har 'avskermar' man ikki sjúk børn og foreldur frá øðrum sjúklingum.

Sálarliga sjúk børn hava krav uppá, og eiga at verða viðfarin eins virðiliga og onnur sjúk børn.

Tørvurin á innleggingum er nógv størri, enn hesin sigst vera. Og við vaksandi sálarligum trupulleikum hjá børnum og ungum, ár eftir ár, so kann roknast við fleiri og fleiri innleggingum og harvið stórur tørvur á dygdargóðum og hóskandi hølum og umstøðum.

Børn og ung kunnu hava nógvar ymiskar sálarligar trupulleikar og tí krevst servitan til ymsu trupulleikarnar, og viðvíkjandi t.d. etingarólagi, er viðgerðin ikki nøktandi og ongin sálarfrøðingur við serkunnleika í anoreksi er á deildini.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tíðin er komin at líkastilla patientar, sum stríðast við likamligar og sálarligar trupulleikar, og tá um ræður viðgerðartrygd og umstøður annars.

RN