Kaj Leo í panikki - pensjónisturin fær meira

2019-02-08 04:07

Undir tingviðgerðini í gjár vildu fleiri andstøðutinglimir vera við, at pensjónisturin ikki hevur fingið meira at liva fyri undir sitandi samgongu. Men Almannamálaráðið hevur gjørt eina talvu, har tølini eru at finna svart uppá hvítt - at pensjónistar, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta, í dag fáa yvir 1000 krónur meira um mánaðin aftaná skatt og avgjøld.

Tað fekk sambandsmannin Kaj Leo Holm Johannesen at leggja Almannamálaráðið undir grova manipulatión. Hetta er ein løgtingslimur í panikki. Tí, sum løgmaður eisini hevur víst á, so var tað væntandi, at Sambandsflokkurin fór at fara í panikk, tá tað vísti seg, at pensjónistarnir fingu peningin á konto. Tann peningin, sum andstøðan í longri tíð hevur billað fólki inn, at tey ikki fóru at fáa.

Aðalstjórin í Almannamálaráðnum hevur í dag kent seg noyddan at greiða frá, at ráðið undir ongum umstøðum hevur manipulerað við veruleikanum ella latið seg “brúka til politiskt spinn“, sum løgtingslimurin tók til. Tað er als ikki í lagi, at ein løgtingslimur soleiðis leggur eftir landsfyrisitingini, og eg kenni meg noydda at tala at, tá aðalráðið, sum eg varði av, verður álopið á henda hátt. Eg kenni meg eisini noydda at tala at, tá andstøðutinglimir soleiðis manipulera við veruleikanum. Tað hevði sømt seg betur, at víst fólkinum á veruligu tølini.

Pensjónisturin hevur fingið meira at liva fyri, og tað eri eg sum landsstýriskvinna so sera fegin um. Hetta var eitt av okkara aðalmálum, og tað eydnaðist! Og tað átti tú eisini at fegnast saman við mær og pensjónistunum um, Kaj Leo Holm Johannesen.

Skjalið frá Almannamálaráðnum kann lesast her: logting.fo/files/casestate/25511/011.18%20Skjal%20A.pdf?fbclid=IwAR0wWZ7hUTcLu_OXtyTwCMv39FIy7o7MX6g2Y4AGL1RdDg_Hkfn84UN-k4E

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum