Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kaj Leo Holm Johannesen spyr Rigmor Dam um sjúkraundirvísing til børn

Útbúgvingarpolitikkur - 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum, ein skrivligan fyrispurning um sjúkraundirvísing til børn. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hvussu verður økið, sum eitur sjúkraundirvísing umsitið og praktiserað?

2. Verður økið umsitið í tráð við lógina um sjúkraundirvísing?

3. Hvussu verða tímarnir til sjúkraundirvísing útlutaðir, og eftir hvørjum leisti verður hetta gjørt?

4. Eru tímarnir, sum Sernám tillutar børnum við sjúku/breki oyramerktir til hesi børn, ella kann t.d. ein skúlastjóri brúka hesar tímar eftir vild, til t.d., tá ið skúlin onkusvegna manglar ein lærara, so verður stuðulin/lærarin hjá børnum við sjúku/breki tikin og brúktur til annað endamál enn tað lærarin/stuðulin er settur til, nevniliga at vera stuðul hjá næminginum við sjúku/breki?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at á økinum sjúkraundirvísing er nakað, sum bendir á, at alt ikki virkar sum tað skal - onkur vil siga, at tað valda óskipað viðurskifti á hesum økinum.

Foreldur fráboða skúlanum, at barnið hevur tørv á sjúkraundirvísing. Játtanin frá Mentamálaráðnum kemur uml. 5. mánaðar seinni. Tá er barnið farið aftur í skúla og hevur ikki tørv á sjúkraundirvísing.

Tímarnir, sum verða tillutaðir, eru als ikki nøktandi og merktir av tilvild og óskili.

Svartíðin frá Mentamálaráðnum og Sernámi er alt ov long. Vit tosa um mánaðir.

Tað er tíanverri eitt óheppið, afturvendandi mynstur, at skúlastjórar brúka stuðlar hjá sjúkum børnum til onnur endamál, t.d. at hjálpa til við øðrum strævnum næmingum í einum flokki, ella um lærarin í flokkinum er sjúkur og skúlin manglar ein vikar.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at samvitskufullir lærarar siga seg úr starvi, vegna ógvusligt trýst, at brúka stuðulin til onnur endamál enn tað hann er settur til, nevniliga at vera stuðul hjá barninum við breki/sjúku.