Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kaj Leo Holm Johannesen hevur fingið svar um viðgerð til børn og ung við etingarólagi

Heilsumál - 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum um viðgerð til børn og ung við etingarólag. Í svarinum stendur m.a., at ongi samlað hagtøl eru fyri, hvussu nógvir føroyingar hava etingarólag

Í svarinum, dagfest 26. oktober 2017, frá Sirið Stenberg stendur:

1. Hvussu nógvir føroyingar eru raktir av etingarólagi?

Í løtuni er fýra børn/ung undir 18 ár í viðgerð fyri etingarólag á Psykiatriska deplinum. Sambært Landssjúkrahúsinum er etingarólag serliga ein trupulleiki, sum er at síggja millum ung fólk.

Vit hava ikki samlað hagtøl fyri, hvussu nógvir føroyingar hava etingarólag.

Tað er soleiðis, at umframt Psykiatriska depilin, so eru tað eisini onnur, ið veita viðgerð fyri etingarólag, til dømis privatstarvandi sálarfrøðingar. Vit hava ikki yvirlit yvir, hvørjar diagnosur hesi verða viðgjørd fyri.

2. Hvørji viðgerðartilboð eru til fólk/ ungdóm, sum stríðast við etingarólag ella anorexia nervosa?

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið bjóðar í løtuni ambulanta viðgerð fyri etingarólag. Sambært Landssjúkrahúsinum er viðgerðin sett saman eftir tørvinum hjá tí einstaka, og er familjan altíð partur av viðgerðini. Í heilt serligum førum, har heilsustøðan hjá tí unga beinleiðis er hótt, hevur verið neyðugt at innleggja børn við etingarólagi á Psykiatriskari deild fyri vaksin ella á barnadeildini.

Í heilt serligum førum, hava ung við etingarólagi fingið viðgerð í Danmark.

3. Hvørji ítøkilig tiltøk eru ætlanir um í framtíðini fyri at hjálpa okkara ungdómi, sum er raktur av etingarólagi?

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 er peningur settur av til at seta á stovn eitt barna- og ungdómspsykiatriskt dagtilboð. Hetta fer at geva heilt aðrar møguleikar í mun til viðgerð av etingarólagi í teimum førum, tá vanlig ambulant viðgerð ikki er nøktandi. Eftir ætlan kann hetta eisini vera við at byrgja fyri innleggingum av børnum og ungum frameftir.

Tó er umráðandi, at eisini verður arbeitt við fyribyrging og skjótari, lætt atkomuligari hjálp hjá teimum, sum enn ikki eru álvarsliga rakt av etingarólagi; bæði til tey ungu sjálvi, men eisini til foreldrini. Tílík vegleiðing, ráðgeving ella viðgerð kundi verið gjørd í samstarvi við Gigni og heilsufrøðingar á skúlunum.

4. Hvat skal til í menniskjaligum og peningaligum tilfeingi fyri, at vit sum land kunnu siga, at vit veita eina tænastu, sum liggur millum tær fremstu í heiminum?

Grundleggjandi eiga vit altíð at stremba eftir at veita eina fakliga viðgerð, sum er á hædd við tær bestu í heiminum.

Psykiatriska økið er eitt av raðfestu økinum hjá hesari samgonguni, og hava vit hesi fyrstu árini útbygt økispsykiatriina, soleiðis at økispsykiatiin í dag er skipað kring alt landið. Eisini eru gjørdar stórar ábøtur inni á Psykiatriska deplinum, og er játtanin somuleiðis økt soleiðis, at vit innan stutta tíð hava fimm psykiatarara í føstum starvi í Føroyum; tríggir í vaksinpsykiatriini og tveir barna- og ungdómspsykiatarar.

Psykiatriin eigur at byggja á ta hugsjón, at vit skulu arbeiða við fyribyrging av, at trupulleikarnir taka seg upp. Teir trupulleikar, sum kortini koma fyri, skulu loftast við lætt atkomuligari og ókeypis hjálp nærindis borgaranum. Hetta fyri at fyribyrgja, at trupulleikarnir vaksa seg stórar, áðrenn sett verður inn við hjálp.

Tá spurt verður um etingarólag, kann viðmerkjast, at hetta ofta krevur tvørgeiralig átøk. Etingarólag kann ikki viðgerast einsamalt í psykiatriskum høpi, men má setast saman við onnur stuðulstiltøk, til dømis stuðul heima í mun til matstøður, tillagað skúla ella arbeiðstilboð og ráðgeving til foreldrini o.s.fr.

Samanumtikið er umráðandi, at viðgerðin tekur hædd fyri tí samlaðu sálarligu og sosialu støðuni hjá tí einstaka og familjuni, og at eitt integrerað tilboð verður veitt svarandi til samansetta tørvin. Tá er neyðugt við tøttum samstarvi millum ymisku geirarnar og at tryggja, at starvsfólkini sum veita tílíka viðgerð og stuðul, hava røttu førleikarnar.

RN