Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Kaj Leo fingið svar um springaradráp

Politikkur - 

Kaj Leo Holm Johannsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum um springaradráp

Í svarinum, dagfest 27. september 2018, frá Høgna Hoydal, stendur:

Svar til § 52a fyrispurning nr. 12/2018 frá Kaj Leo Holm Johannesen løgtingsmanni. Fyrispurningur um springaradráp, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

“Svar til nr. 1: Hvørjar lógarásetingar eru galdandi fyri springaradráp?

Í grindalógini (løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2016) er í § 2, stk. 1, nr. 1) og 2) ásett, at umframt grind er loyvt at taka ella veiða m.a. smáhvalasløgini skjórutan springara, (Lagenor hynchus acutus) og kjafthvítan springara, (Lagenorhynchus albirostris). Í stk. 3 er ásett, at hugtakið grind og grindadráp fevnir í hesi lóggávu eisini um lógliga tøku og veiðu av teimum í stk. 1 nevndu smáhvalasløgum, m.a. springarar.

Í viðmerkingunum til § 2 í lógini verður tilskilað: “Hugtakið grind og grindadráp er allýst í rættiliga breiðari merking, og orðið “grind” í samansetta orðinum “grindadráp” skal í lógini ikki bara skiljast sum fevnandi um grindahval, men eisini um annan smáhval, so sum hvessing og springara, sum siðvenja er at halda til.”

Í grindakunngerðini (kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017 um grind og annan smáhval) er í § 50 í kapitli 6, Annar smáhvalur fyriskrivað, at ásetingarnar um grind og grindadráp í kapitlunum 1-5 í kunngerðini fevna eisini um lógliga tøku og veiðu av skjórutum springara, kjafthvítum springara og hvessingi. Kapitlarnir 1-5 fevna um allar tær reglur, sum eru galdandi viðvíkjandi grindadrápi - Almennar reglur, Grindaboð og grindareiðskapur, Grindarakstur og grindadráp, Vaktarhald, upptøka, uppfisking og meting og Grindaskifti og útlegging.

Sostatt eru ásetingar um springaradráp ásettar í grindalógini og í grindakunngerðini. Somu reglur galda fyri springarar sum galda fyri grind.

Svar til nr. 2. Eru somu lógarásetingar galdandi fyri springaradráp sum fyri grindadráp?

Sum víst er á í svarinum til spurning nr. 1, eru springarar fevndir av somu reglum, sum galda fyri grind - t.d. grindaboð og grindareiðskapur, grindarakstur og grindadráp, hvalvágir og grindaskifti og útlegging.

Svar til nr. 3. Eru nakrar vegleiðandi reglur galdandi fyri springaradráp, herundir um nær springarar skuldu haldast til, hvar springarar skulu haldast til, útgerð at taka lívið av springarunum við o.a.?

Nei, ongar serstakar vegleiðandi reglur eru galdandi fyri springaradráp, men somu reglur galda sum fyri grind. Víst verður til svarini til spurningar 1) og 2).

Svar til nr. 4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja fyri tingið lógaruppskot, sum bannar springaradrápi, um ja, hví ella um nei, hví?

Eg havi ikki ætlanir at banna springaradrápi, ið er loyvt og skipað sambært grindalógini.

Í sambandi við, at omanfyri 200 springarar vórðu hildnir til og løgdu beinini í Hvalvík í september 2018, hevur ein ávís hending verið og er løgd almenn fram í livandi myndum. Flestøll eru samd um, at hesar myndir hava lýst sera vánaliga framferð og óneyðuga pínslu í sambandi við at taka lívið av einum springara. Hetta er at harmast almikið um, og allir partar, sum varða av grindadrápi, vilja gera alt fyri at forða fyri slíkum einstøkum hendingum, og annars støðugt at betra um drápshættir, fyriskipan og mannagongd í sambandi við at halda grindahvali og springara til.

Men tað er altumráðandi - og er eisini almennur politikkur hjá landsstýrinum - at vit í øllum lutum standa fast um rættin at veiða og heysta úr havsins tilfeingi, tá ið tað verður gjørt á burðardyggum og skipaðum grundarlagi. Livandi tilfeingi úr sjónum skal gagnnýtast á burðardyggum grundarlagi. Og hetta fevnir eisini um havsúgdjór sum t.d. springarar.

Eg haldi hetta vera grundvallarmál fyri føroysku tjóðina og fyri sjálva hugsjónina um, hvussu vit skulu umsita, gagnnýta og verja náttúrutilfeingi, umhvørvi og vistskipanir í heiminum til frama fyri núverandi og ókomin ættarlið.

Um vit fara at stigbenda ymsa burðardygga veiði og nýtslu av havsins tilfeingi, alt eftir, hvussu ymisk djór verða flokkað og lýst hjá ymsum felagsskapum, og ofta í filmsídnaðinum í Hollywood ella í altjóða miðlum sum “serligari” ella “fittari” enn onnur, so máa vit undan grundarlagnum fyri okkara møguleikum og rættindum at gagnnýta náttúrutilfeingi.

Tann føði, ið vit kunnu útvinna úr havsins livandi tilfeingi uttan at gera okkum inn á stovnar ella umhvørvi og vistskipanir, er sera týdningarmikið grundarlag hjá okkum bæði nú og í framtíðini.

Um vit ístaðin skulu innflyta føði úr djórum frá handilsligari ídnaðarframleiðslu úr øðrum londum, ið hava gjørt av við alt vilt og livandi djóralív, er talan um eitt rættiliga óskiljandi alternativ, tí slík ídnaðarframleiðsla hevur eftir mínum tykki als ikki samband við náttúruatlit, umhvørvishugsan ella hugsan um djóravælferð.

Sum víst á undir svarunum omanfyri, fevnir verandi lóggáva um mannagongd í sambandi við springarar eins og grindahval. Vit hava sostatt fullfíggjað lógarverk fyri gagnnýtslu av springarum. Hetta havi eg ikki í hyggju at broyta.

Svar til nr. 5. Hvørjar reaktiónir hevur landsstýrismaðurin og almennu Føroyar fingið úr útlandinum í sambandi við springaradrápið í Hvalvík 11. september 2018?

Fiskimálaráðið hevur, eftir 11. september 2018, fingið eitt teldubræv úr útlandinum við áheitan um at steðga at drepa springara.

Løgmansskrivstovan hevur upplýst Fiskimálaráðnum, at millum 11. og 19. september 2018 hevur Løgmansskrivstovan fingið 282 mótmælisskriv. Tey flestu eru frá somu heimasíðu og eru eins.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið upplýsir, at reaktiónirnar uttan úr heimi aftaná springaradrápið í Hvalvík hava sum heild verið tær somu, sum hava verið í sambandi við grindadráp seinnu árini. Uttanríkis- og vinnumálaráðið og www.whaling.fo hava fingið nøkur fá mótmælisskriv í kjalarvørrinum á springaradrápinum. Í døgunum aftaná drápið í Hvalvík vóru túsundtals mótmæli á sosialum miðlum móti føroyskari hvalaveiðu. Talið av mótmælum og miðlaumrøðan er tó ikki størri í vavi, enn vit hava upplivað fyrr, og mótmælini og umrøðan hava áður verið fleiri og størri.

Svar til nr. 6. Er brot framt á lógina í springaradrápinum í Hvalvík 11. september 2018?

Sum víst á í svarinum til spurning 1, eru sambært grindalógini og grindakunngerðini somu reglur viðvíkjandi springarum, sum tað eru viðvíkjandi grind. Tí er ikki ólógligt at reka springarar og halda teimum til. Um ávíst brot er framt á grindalógina ella grindakunngerðina er fyri ákæruvaldið at taka støðu til og ikki fyri meg sum landsstýrismann at meta um.

Hartil skal eg vísa til svarið til spurning 4 um, at allir myndugleikar støðugt arbeiða fyri at bøta um drápshættir, skipanir og mannagongd.”

Sambandsflokkurin

RN