Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

JUVÉL II AVSTAÐ - í kvøld, mikukvøldið 02 mai kl.22:00

Kristiliga Tíðindatænasta v/PJD - Gjaranes@gmal.com - tlf: 228314 - SKRIVAÐ: Poul Jóhan Djurhuus

MYND: Framsíðan á faldara, sum verður borin út

______________________________________________________________________________________

JUVÉL II AVSTAÐ Í KVØLD

- frá Bursatanga kl.22:00

Síðani januar mánaða hava nógvar og drúgvar fyrireikingar verið í samband við trúboðanarferðina hjá Atlantic Mission við Juvél II til Orknoyggjar. Hetta er áttanda trúboðanarferðin við Juvél II, sum Atlantic Mission skipar fyri.

Fyrsta trúboðanarferðin var til Hetlands í 2011, og síðani hevur Atlantic Mission vitjað á Hebridunum, á Eysturlandinum í Íslandi, í Norra og í 2014 var juvél II á heimavølli, har vitjað varð í Nólsoy, Hesti, Sandoynni og í Suðuroynni. Hetta verður triðja vitjanin í Orknoyggjum.

Nú er løtan komin, tá farið verður avstað. Farið verður frá Bursatanga á Eystaru vág í Havn kl.22:00 í kvøld, mikukvøldið 02. mai, har almenn farvælløta verður við sangkórinum í Ebenezer. Manningin vónar, at mong leita oman á Bursatanga at heilsa uppá.

MANNING: Tað verður ein manning upp á 15 fólk, sum fer við juvél II í kvøld. Skipari á ferðini verður Gullak Gullaksen úr Leirvík. Søldfirðingurin, Poul Rasmussen, sum er búsitandi í Norra, verður maskinmaður, og Rúni Johansen úr Streymnesi verður kokkur. Fyriskiparar av ferðini eru Svenning av Lofti, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll Sevdal og Ruth Gaardlykke, sum eisini vera við á ferðini til Orknoyggjar.

Juvél II er fyrst og fremst ætlaður til Missión í Grønlandi, har skipið er á hvørjum ári í tíðarskeiðinum juni – septembur, men Atlantic Mission hevur gjørt avtalu at nýta skipið á várinum, tá skipið annars liggur stilt. Tá Juvél ikki er í sigling, hevur skipið fast bryggjupláss á vestara armi í Klaksvík, og tá er vanligt at arbeitt verður umborð í vetrarhálvuni, tá nógv viðlíkaarbeiði skal gerast. Nógv tað mesta av arbeiðinum verður gjørt ókeypis, og tey, sum sigla við á trúboðanarferðunum gera tað eisini ókeypis.

ALMENN MÓTTØKA: Juvél II leggur til bryggju í Kirkwall, sum er høvuðsstaðurin í Orknoyggjunum, fríggjadagin kl.18:00 har móttøka verður við Harvey Johnston, Convener fyri Orkney Iskands Council. Kórið hjá Frelsunarherinum kemur at syngja. Vitjanin verður frá fríggjadegnum 04. mai til sunnudagin 14. mai, og komið verður aftur til Føroyar beint undan hvítusunnu.

Um mánaðarskiftið mai juni fer Juvél II sína árligu trúboðanarferð til Grønlands, har skipið kemur at vitja bygdir og býir í fýra mánaðir.


juvel 2.JPG