Jú Regin, vit mugu vera varin við muslimum og innflytarum

2015-02-03 16:06

Fyrrverandi limurin í Sosialistisk Ungdómur, Regin Berg, kemur við einum heldur øðrvísi aftursvarið til greinina “Fólk hava fingið nokk av integratión, innflytarum og politiskari korrekheit.” Tað tykist, sum greinin rakti eina sosialistisku nervu, tí ístaðin fyri at viðgera vandan við vaksandi talinum av muslimum í Evropa, kemur hann við einari lortaspann fyri og aðrari eftir, men tað er kanska ikki so løgið, tá hugsa verður um, at hann er partur av vinstravonginum. Tey eru jú upprunin til stóru innrásina av muslimum, og stendur tað upp til Regin og hansara javnlíkar, skulu vit í Føroyum og vesturheiminum taka ímóti fleiri muslimum og flóttafólkum, í eini roynd at bjarga heiminum móti neyð og elendigheit.

Regin manipulerar

Eg kann viðganga, at eg gjørdi ein erligan feil, tá eg ikki eftirkannaði keldurnar hjá Bent Jensen, men tað broytir ikki støðuna, tí hvørki Regin Berg ella hini á vinstravonginum duga at síggja vandarnar við vaksandi talinum av muslimum. Eingin. Tey eru alt ov góðtrúgvin. Liva í einari sosialistiskari boblu. Og vinstravongurin er serfrøðingar í at flyta fokus frá trupulleikanum. Ístaðin fyri at viðgera tað, ið verður borðreitt við, kemur ikki sørt arroganta aftursvarið frá Regini Berg, sum sambært lesarabrævinum er bæði løgfrøðingur og stjórnamálafrøðingur, og tí er hann sjálvandi dugnaligari og betri vitandi enn bæði professor Bent Jensen, sum skrivaði greinina “Europas undergang – tallenes tale,” sum mítt lesarabræv m.a. tók støðið í, og vit onnur deyðiðligu menniskju. Men tað er einki nýtt undir sólini, tí tað er nevniliga naiviteturin hjá vinstravonginum, sum hevur koyrt okkum í hesa støðuna. Tey fingu valdið í seksti- og sjeyti árunum, og vit síggja eisini avleiðingarnar av liðaliga integratiónspolitikkinum í dag.

Regin manipulerar

Regin brúkar stóran part av greinini við at grundgeva fyri, hvussu nógvar kirkjur eru í Birmingham, men eg veit ikki, hvar hann hevur tað frá, tí tær vera ikki nevndar í mínari grein. Tað er ein roynd at flyta fokus og leggja meg undir fyri at siga nakað, ið eg ikki havi sagt. Tískil manipulerar og vreingir hann veruleikan, so tað samsvarar við hansara dagsskrá. Sama kann sigast um hansara grundgevingar um muslimar, ið fáa atgongd til vælferðartanastur, og teir, ið keypa fótbóltsfeløg v.m. Vit gjalda fyri vælferðartænasturnar, sum muslimarnir duga at útnytta, umvegis skattin. Av tí sama hava vit hall a fíggjarlógunum, tí vit brúka meiri pengar, enn vit tjena. Tað skal gjaldast so ella so. Og hvør er tað, ið stendur til reiðar at læna okkum pengar? Ódemokratisku londini sum t.d. Kina og Sameintu Arabisku Tjóðirnar. Og tað er hamrandi naivt at trúgva, at vit kunnu gera, sum vit vilja, tá tað er onnur, ið rinda fyri okkara vælferðartænastur! Tey tjena pengar uppá nýmótans slavir, lítla og onga minstuløn, og harafturat hava arbeiðsfólkini eingin rættindi – tað er tað, sum vit skulu kappast ímóti!

Men ókey, stendur tað til Regin Berg og vinstravongin, er tað einki problem, tí rokningin verður bara send víðari til vinnulívið og meiniga skattaborgaran, so er tann trupulleikin loystir. So kunnu tey á vinstravonginum halda fram við at bjarga heiminum í navni toleransu, samhaldsfesti og brøðralag.

Vit skulu vera varin við muslimum

Eg haldi fast við tað, sum eg segði. Muslimarnir eru við at yvirtaka Evropa. Vit laga okkum eftir teimum, meðan teir lata vera við at laga seg eftir okkum. Tað er einki problem at brenna eitt vesturlenskt flagg, men tað er ein trupulleiki at tekna Mohammed. Teir koma til okkum og byggja spildurnýggjar moskeir, meðan vit skulu skriva undir sharialógina og laga okkum eftir teirra lógum, tá vit seta búgva hjá teimum. Og soleiðis kundi eg hildið fram. Men sambært Regini Berg skulu vit boyggja okkum, tí vit skulu vera so øgiliga tolerant og opin. Tað er - fyri at siga tað milt - hamrandi naivt. Vit kunnu ikki vera so bláoygd og leggja okkum skerfløt fyri muslimum v.m. Tað er akkurát líka býtt, sum at stinga hondina í eitt vespareiður og so vóna, at ein ikki verður stungin. Muslimarnir fara ongantíð at tillaga seg eftir okkum. Óansæð, hvussu nógvar pengar og almenna forsorg vinstravongurin veitir teimum. Teir mugu fyrst og fremst broyta koranina, áðrenn teir kunnu tillaga seg eftir okkum, og tað mugu vit bara ásannað, at tað verður ikki í nærmastu framtíð.

Muslimar kosta samfelagnum milliardir

Nú Regin Berg dámar væl at sleingja við hagtølum, ið vísa, hvussu fantastiskir muslimar eru fyri Evropa, havi eg eisini funnið nøkur áhugaverd hagtøl:

Sambært tølunum frá “styrelsen for arbejdsmarked og rekruttering,” eru 25,6% av teimum, ið fáa kontanthjálp, innflytarar.

Sambært Kriminalforsorgen hava 35% av øllum fangunum í Danmark aðra etniska bakgrund enn danska.

Sambært PEW Research Center forum on Religion and Public Life, hækkar talið av muslimum við nærum einum triðingi í 2030 í mun til 2010.

Í Fraklandi eru millum 70-80% av fangunum muslimar, hóast 12,8% av íbúgvunum eru muslimar. Í Spania eru somuleiðis 70% av fangunum muslimar, meðan 2,8% av íbúgvunum eru muslimar.

Sambært greining frá Rockwool Fondens Forsningsenhed kosta innflytarar úr Turkalandi, Somalia, Iran, Irak og Libanon danska statskassanum 16,6 milliardir kr.

Sambært Norges Statistik koma 15,400 ikki vestligir innflytarar at kosta norska statinum 63 milliardir kr.

Tað er ikki hissini pengar!

Nú er nokk við liðaligum integratiónspolitikki

Hvat skulu vit gera við muslimarnar, sum kosta evropeisku samfeløgunum tíggjutals milliardir kr.? Svarið er einfalt: vit fáa einki gjørt, tí tí teir eru komnir inn um? Hvat skulu vit so gera? Hvussu loysa vit avbjóðingina? Tað finst valla nakað einfalt svar, men tað er eingin ivi, at vanliga fólki hevur fingið nóg mikið av naivitetinum hjá vinstravonginum og teirra liðaliga integratiónspolitikki. Tað sóu vit til ES parlamentsvalið í mai 2014, tá víðgongdu tjóðskaparflokkarnir vunnu valið. Sama tendens sóu vit við valinum í Svøríki, har Svøríkis Demokratarnir fingu stóra framgond. Sama var galdandi fyri danska fólkaflokkin, sum hevur stóra framgongd í Danmark. Og eg eri sannførdur um, at vit skulu vera varin við muslimum, flóttafólkum og øðrum innflytarum, ið ikki hava somu mentan sum vit. Eg fari valla skeivur, tá ið eg sigi, at ein stórur partur av føroyingum eru samdir við mær, tí vit hava einki til felags við muslimarnar. Vit hava ymiskan átrúnarliga áskoðan, ymiska halgibók, og fullkomiliga ymiska fatan av, hvussu eitt samfelag skal rekast. Tískil mugu vit fyri alt í verðini ikki vera so naiv og lata hurðina upp fyri muslimum v.m., tí eru tey fyrst komin innum, skulu vit gjalda fyri tey restina av tíðini.

Tí er tað mín vón, at vit kunnu standa saman og halda fast við einum strammum integratiónspolitikki, so vit í framtíðini ikki enda sum Danmark, ið eru um at kvalast av nógvu muslimunum.

Hanus Samró