Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jú, hon fór niður at læra til bankastjóra.



Segði mamman errin, tá spurt varð eftir dóttrini.

Og jú, hesum flentu vit eftir tá.

Men síðani havi eg mangan spurt, um mann átti at lært til stjóra.

“Tú skalt eisini vera niðri á dekkinum!”, segði skilagóði stjórin á landssjúkrahúsinum herfyri, eisini sum óbeinleiðis kunning um, at tað møguliga ikki hevði verið støðan, at stjórar vóru á dekkinum.

Og hví eru stjórar ikki á dekkinum?

Í mínum langa arbeiðslívi, bæði privat og alment, havi eg ikki sæð stjóran á dekkinum.

Ikki heldur við atliti til forrætningsliga framgongd, í og við at starvsfólk, sum brikkar í stóra putlispælinum, eiga at flyta fram á vegnum og førleikaliga fylla ymist.
At leitast skal eitt sindur longri eftir hornabrikkunum í putlispælinum, at tad einlitta, meira ella minni, fellur saman, at tað sprøkluta skyggir upp í millum eins og tað við kantum sluttar myndina av.
Soleiðis hongur saman - og myndin vid putlispælinum, vid færri hornum og kantum og fleiri brikkum í miðjuni, er sigandi um starvsfólkahópar, ymiskar starvsfólkatypur og samanseting, - fá av summum og fleiri av øðrum.

Men hví hevur hetta ikki stjóraáhuga?

Ella eru brikkarnir av holdi og blóði ein ov stórur biti?

Og er tað, at hvíla í sær sjálvum, í nærveru, kenslum og socialum sambandi, eitt ótraðkað lendi?

Hvussu verða livilíkindi hjá starvsfólkum uttan meistara og uttan fólk, sum tekur ímóti og ynskir góð ráð og hugskot, ella gevur aftur dygdargott svar uppá sama.

Hvar man starvsfólkastrongd og ónøgdsemi stava frá?

Jú, vit kunnu halda fram.

Ofta síggja vit konsulentar yvirtaka, gera nøgdsemiskanningar, vísa á strategiir og so framvegis.

Men skulu vit sum starvsfelagarir finnast at hvørjum øðrum, finnast at okkara leiðara, finnast at okkara arbeiðsplássi, sum flugubein á einum spurnarblaði?

Og broyttist nakað aftaná spurnarblaðið, ella bleiv dekkið øðrvísi?


Haldi, at tíðin er komin at seta orð á og kalla ein spaka fyri ein spaka, spyrja hví, og ikki minni a propos, at fáa fakfeløg at varpa ljós á og seta hol á hesa ørkymlisbløðru, starvsfólki, fyritøku og landi at frama.

Við vón um nýbrot

Bergun Kass, býráðslimur