Jú Henrik, samgongan er kolasvørt!

Henrik Old, løgtingsmaður, finst at undirritaða í lesarabrævið í dag. Og honum líkt, fer hann eftir manninum, heldur enn bóltinum. Harmiligt. Hann átti heldur at brúkt tíð og orku uppá kolasvarta politikkin, sum samgongan førir. Tí tað er serstakliga syndarligt, sum gongur fyri seg í løtuni.

Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av útlátinum. Akfør 10%.

Samgongan ynskir m.a. at fáa fleiri el-bilar á føroysku vegirnar, sum eg taki undir við, men í sama viðfangi tvingar samgongan fiskivinnuna at innflyta gamlar dangur, sum næstan dálka tað sama sum øll bilparkin tilsamans!

Undir núverandi samgongu er eingin útlit fyri, at kolasvarta gongdin steðgar. Tvørturímóti. Vit fáa fleiri gamlar dangar inn í flotan, sum ger, at fiskiflotin dálkar uppaftur meira. Hetta er syndarliga avleiðingin av fiskivinnupolitikkinum hjá Henriki Old og samgonguni.

Tíbetur eru glottar at hóma. Vit hava eina ítøkiliga ætlan, ið ger tað hugaligari hjá fiskivinnuni at gera íløgur í nýggj skip. Í nógvum førum kunnu vit lækka útlátið við heili 60%. Ja, tú las rætt. 60%. Tað svarar til, at øll bilparkin í Føroyum varð skift út við el-bilar. Í einum høggi.

Tað eru veruliga nakað, ið flytir Føroyar fram á grønu leið.


Hanus Samró