Bjarni Kárason Petersen gjørdist valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2015, og var við 135 atkvøðum valdur til varamann fyri flokkin. Hann er føddur í 1994 og hevur lokið students- og handilsskúlaprógv í Tórshavn. Hann lesur í løtuni bachelor í politik og umsiting á Aalborg Universitet, og er tískil ikki virkandi varamaður fyri flokkin.

Bjarni var formaður fyri ungmannafelagnum hjá Framsókn- Framsøkin Ung - frá august 2014 til juni 2016, men er enn virkin í felagnum.

Hann er frælsislyntur, og raðfestir frælsi fyri tí einstaka.

Persónligt, tjóðskaparligt og vinnuligt frælsi er grundarlagið undir politisku áskoðanini, og frælsi er grundarlagið undir hansara persónligu heimsmynd.

Tað er Bjarnasa sterkasta sannføring, at eitt frælst fólk, ein fræls tjóð og ein fræls vinna er vegurin fram fyri at tryggja vælferð og vøkstur í Føroyum.

tíðin er komin at leggja hetta kjakið aftur um okkum, soleiðis at vit kunnu hugsavna okkum um onnur, ítøkilig mál.

Jorsalaferðin hjá Jenis av Rana má fáa ein enda

2019-11-25 16:24

 Var spurdur av Sosialinum, um eg var fyri einari sendistovu í Jerusalem, og Ísrael yvirhøvur. Svarið er nei í báðum førum.

Um vit reint hypotetiskt skuldu havt eina sendistovu í Ísrael, talar alt fyri at hon var staðsett í Tel Aviv. So at siga alt dimplomatiskt arbeiði millum Ísrael og útheimin er í Gush Dan, og allir diplomatiskir arbeiðssetningar hjá landsstýrinum kundu verið fullfíggjaðir har. Harafturat hevði ikki verið eins stórur tørvur á at fyriskipa stór og kostnaðarmikil trygdarátøk, sum tað hevði verið við einari staðseting í Jerusalem.

Eg haldi ikki at vit skulu hava sendistovu í Tel Aviv, bert tí at danska stjórnin eisini ger tað. Orsøkirnar og grundgevingarnar eru bert samanfallandi, eins og við hinum 84 sendistovunum í Ísrael. Føroyingar eiga at gera av, hvar vit skulu hava sendistovu, og hvar vit ikki skulu hava sendistovu. Ongin annar.

At velja eina sendistovu í Jerusalem frá vegna stúran fyri trygd, lív og heilsu hjá føroyskum sendiharrum er ikki tað sama sum at geva skarvin yvir til yvirgangsmenn. Har er ófriður millum Ísrael og Palestina, og at staðseta okkum mitt í brennidepilin fyri onga versins nyttu annað enn at strúka ymisk trúarsamfeløg eftir hárunum er irrationelt, ábyrgarleyst, óskoytið og forsið.

Orsøkin til at eg fyritrekki Tel Aviv fram um Jerusalem hevur onki við stórpolitik ella nøkrum stórlátnum bardaga ímóti altjóða yvirgangi at gera. Tað er ein spurningur um trygdina hjá okkara fólkum í uttanríkistænastuni. Onki annað.

Men eg haldi ikki vit skulu hava eina sendistovu í Ísrael. Tað er óneyðugt í mun til aðrar raðfestingar á uttanríkispolitiska økinum, kostar høgt sannlíkt alt ov nógv til at tað gevur meining og tænir ongum ítøkiligum endamálið ella málsetningi hjá uttanríkistænastuni.

Eg haldi at tíðin er komin at leggja hetta kjakið aftur um okkum, soleiðis at vit kunnu hugsavna okkum um onnur, ítøkilig mál. Miðlarnir hava givið hesum stuntinum hjá Landsstýrismanninum ríkiligt uppmerksemi. Nú eiga teir at hugsavna seg um mál, sum hava týdning. Og tað eiga vit politikarir eisini. Tí er tað mín vón, at hetta er seinasta uppslag eg kenni meg noyddan til at gera í hesum málinum.


Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður