Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jørgen Niclasen - upptakið verður tungt, men neyðugt!

Margaret Thatcher segði: Trupuleikin við sosialismuni er, at pengarnir hjá hinum blíva uppi.

Jú, sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum. Upptakið verður tungt, men neyðugt.

Avrikslisti hjá hesi samgongu er syndarligur. Tey løgdu fyri við skatta- og avgjaldsøði, har øll handað avgjøld og skattir vórðu løgd á familjur og vinnu. Vit fingu bensin og dieselavgjald, vektgjald, tinglýsingargjald, umhvørvisavgjald, hækka heilsutrygdargjald, hækkaðan skatt til barsilsskipan, hækkaðan skatt til Samhaldsfasta eina fer, tvær ferðir, ja, og eisini tríggjar ferðir. Ja, sjálvt hondverkarar og hárfríðkanarkvinnur fingu stóra rokning fyri kringvarpsgjald.

Síðani eru útreiðslurnar vaksnar ábyrgdarleyst. Av stóru málunum er bara eitt gjøgnumført og tað er hjúnarbandslógin. Fiskivinnuskipanin er gjøgnumførd, sum eitt lasafar, sum bara oyðileggur. Alt annað hevur higartil verið snakk og ruðuleiki.

Eitt annað avrit hjá hesi samgonguni er, at ójavnin í samfelagnum er vaksin. Ójavnin millum økir í landinum er vaksin og ójavnin millum løntakarar er vaksin. Landsstýrið hevur hækkað lønir í prosentum, sum merkir, at yvirlæknin hevur fingið í minsta lagi 4 fer so høga lønarhækking sum hjálparfólk hava fingið. Í lønarsamráðingum hava leiðarar, kommunulæknar og journalistar fingið ovurstóra lønarhækking. Tey lægstløntu eru taparnir. Hetta skal broytast. Lønir skulu hækka í krónum. Ikki í prosentum.

Avrikini hjá hesi samgonguni høvdu verið betur ógjørt.

Fólkaflokkurin vil í minsta lagi skatta- og avgjaldsteðg og at halda aftur í útreiðslunum. Vit vilja lækka skattin, so eingin lág- og miðalinntøka rindar meira enn 30% í skatti, og vit vilja lækka avgjøldini á vinnu og borgarar. Skapa vit vøkstur, so náða vit málinum skjótari. Vit vilja at 1/3 av vøkstrinum skal nýtast til at lækka avgjøld og skatt, 1/3 skal til vælferð og 1/3 til at rinda skuld.

Jú, sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen