Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jólakonsert í Vestmanna fríggjakvøldið við Vestmanna Sangkóri, Hornorkestri og Barnakóri

Fríggjadagin 15. des. kl. 19 verður tónleikaliga fjølbroytt jólakonsert í Vestmanna Kirkju.

Vestmanna Sangkór, Vestmanna Hornorkestur og Vestmanna Barnakór bjóða øllum til eina forvitnisliga og hugnaliga jólakonsert í kirkjuni.

Tað verður við traditionellum og nýggjari jólatónleiki, føroyskum, russiskum, donskum, svenskum, norskum, týskum, enskum og italskum – eftir Knút Olsen, Bach, Rachmaninoff, Liljefors, Praetorius, Garau, Leontovich, Nordquist og Johansen.

Í Vestmanna Sangkóri fegnast tey um at syngja við nógvum nýggjum og ungum kórlimum, sum eru komin aftrat í ár, undir leiðslu av kórstjóra Benjamin Gaasedal

Vestmanna Hornorkestur somuleiðis, altíð eitt vælljómandi orkestur undir kønum hondum Atla Kárasyni Petersen, har tað ikki stendur á, at fleiri ung koma uppí, sohvørt onnur av teim ungu fara úr bygdini og víðari á tónleikaleið ella aðra útbúgvingarleið.

Og so nýggja Vestmanna Barnakórið, við glaðum og spentum barnarøddum undir leiðslu av Rannvá Matras Olsen.

Vit bjóða øllum í bygd og bý at verða hjartaliga vælkomin til konsert í Vestmanna kirkju fríggjakvøldið.