JÓLAKONSERT Í GOMLU SALTSØLUNI - 13 kvinnurøddir

2018-12-23 05:00

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd - Gjaranes@gmail.com - Tlf: +298 228314 - SKRIVAÐ: poul jóhan djurhuus 14.12.2018

__________________________________________________________________________

JÓLAKONSERT Í GOMLU SALTSØLUNI

- 13 kvinnurøddir

MikukvøldIÐ, 12. desember, var jólakonsert hildin í gomlu Saltsilo´ini á Vestaru Bryggju í Havn. Saltsilo´an er ein partur av Sjóvinnuhúsinum, sum er gamla Saltsølan har eisini Tunnuvirkið var.

Tað er Súsanna Joensen, ið er ættað úr Vatnsoyrum, sum fyri tveimum árum síðani tók stig til at byrja eitt kvinnukór. Ta eru 13 kvinnur í kórinum. Súsanna sigur, at hetta er ein gamal dreymur, sum nú er gingin út. Talan er um eitt klassiskt kór, sum savnar seg um at syngja klassiskar andaligar sangir og sálmar, men ynskir samstundis at geva rúm fyri fosturlandssangum.

Fyri tveimum árum síðani, á heysti í 2016, bjóðaði hon nøkrum vinkonum at koma at syngja saman við sær, og ta varð byrjanin til kvinnukórið, sum seinni fekk navnið: FLJÓÐLJÓÐ, sum merkir “kvinnuljóð.” Súsanna sigur, “at hetta eru nakrar megnarkvinnur, sum hon hevur fingið at syngja í kórinum.”

Síðani kórið “FLJÓÐLJÓД byrjaði fyri tveimum árum síðani, hava tær sungið á fleiri konsertum bæði í Gásadali, Eiðis kirkju, í Gøtu kirkju, í Norðurlandahúsinum og enntá í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Men Súsanna sigur, at konsertin mikukvøldið í Saltsilo´ini var eitt nýbrot við tað, at hetta er fyrstu ferð, at kórið bjóðar til sína egnu konsert.

PÍLAGRÍMSFERÐIN : Konsertin var kl.20:00 Ein snøggur faldari við skránni og onkrum felagssangi varð handaður til gestirnar. Á framsíðuni á faldaranum er ein væl skrivaður tekstur, sum lýsir endamáli við konsertuni. Kórið ynskir við orðum og tónum at leiða áhoyrarnar eina pílagrímsferð til Betlehem og dvølja við barnið og Sonin í krubbuni, og samstundis síggja hansara fullkomna menniskjaleika og Guddómleika.

Løtan byrjaði við vøkru tónunum frá Klokkuspæli, Cello og Klaveri. Síðani kom kórið gangandi inn í salin við tónunum frá jólasálminum Her koma Jesus tíni smá, har áhoyrarnir reistust at syngja við í seinasta ørindi. Fólkið varð boðið vælkomið við ynskjum um, at konsertin má vera ein boðberi um jólafriðin.

Ljóðførini vóru seks í tali: Holgar Johannesen hevði fylgispælið skiftivís við klaveri, gittara ella slagverki. Durita Jóansdóttir, Sólgerð Færø og kórleiðarin Súsanna spældu upp á floytu. Súsanna hevði eisini klokkuspæl. Gwendlyn Philbrow framførdi við Cello. Fimm vakrar solorøddir vóru at hoyra afturat sjálvum kórinum, sum undir ein tíma meistarliga borðreiddi við 11 tónleikaframførslum.

Eisini var rúm fyri trimum jólahugleiðingum, sum Senøva av Rana, ið er ein av kvinnunum í kórinum, framførdi, og hon hevur eisini skrivað tekstin. Allar tríggjar hugleiðingarnar vóru úr jólaprofetiunum hjá Esaiasi profeti kapitul 9 og ørindini 6-7, og temaði var Barnið, Sonurin, Friðarhøvdingin, Ráðgevin og Harrin, sum ynskir øllum menniskjum sín frið.

Konsertin endaði við jólasálminum Gleðilig jól, har øll sungu við.

Tað má sigast, at tað var væl megnað av kórleiðsluni at gjøgnumføra eina so fjølbroytta skrá innan fyri ein tíma; men tað skyldast væl saktans, at kórluttakarar, leiðsla og tónleikarar eru ein væl samansjóðað eind.

Súsanna sigur við Kristiligu Tíðindasendingin, at kórið hevur ætlanir at vitja í Skotlandi, vónandi innan fyri tey næstu tvey árini. Súsanna hevur eina norska Batchelor útbúgving innan tónleik.

Sum eitt kuriosum, við atliti til Saltsøluna, kann nevnast í hesum sambandi, at samfelagsstevnan í Ebenezer seinast í fimti- og fyrst í sekstiárunum varð hildin í Saltsøluni, har tunnur vórðu fluttar so pláss varð fyri fleiri 100 sitiplássum. Hetta er kanska nýtt fyri fleiri, men søguliga áhugavert!