Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Johan Dahl er løntur av Huawei

2020-07-06 13:29

Um ongin ger nakað, so fær eitt diktatur skjótt vald á digitala føroyska infrastrukturinum, samstundis sum at Føroyar skumpa USA frá sær.

Ongin ivi er um, at Huawei kann avlurta ALT sum fer fram á føroyskum telefonum og á internetinum, um tey sleppa at seta teirra 5G net upp í Føroyum.

Um so verður, kunnu føroyskar fyritøkur ikki hava tryggar samrøður við aðrar fyritøkur um vinnulig loyndarmál, og Føroya Landstýri kann ikki samrøða trygt við onnur lond.

Johan Dahl hevur síðan 2016 verið Executive Adviser hjá Huawei Technologies Denmark, og at Føroya Tele fær at vita av løgmanni, at tey bert skulu taka vinnulig atlit til 5G, lugtar av korruptión.

Hvar eru Kringvarp Føroya, Sosialurin og Dimmalætting?!

Hevur nakar miðil viðgjørt málið til botns?

Hevur nakar sett spurnartekin við, um hvussu tað ber til, at ein fyrrverandi vinnumálaráðharri, sum hevði ábyrgd av Føroya Tele, síðan 2016 hevur verið løntur av Huawei?

Gunnar Isholm Simonsen