Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jógvan Mørkøre: tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin

2019-04-23 12:37

Mótaorðið nú á døgum tykist at vera umhvørvið, og hvør roynir í sínum lagi at taka málið upp. Einki er galið í tí. Men at verja umhvørvið er ikki bara at tosa, men gerðir mugu standa aftan fyri orðini.

Arbeiðið fyri at verja umhvørvið kunnu vit øll gera nakað við. Vit kunnu byrja í smáum heima hjá okkum sjálvum, við t.d. at seta sær sum mál ikki at fylla skrellispannina fulla ta vikuna, ikki gera ov nógvan mat men heldur hita hann uppaftur, um ov nógv er gjørt til døgurða, taka rusk upp úr náttúruni, tá tú gongur framvið tí, heldur enn at lata tað liggja, fara við bussinum heldur enn við bilinum, har sum tað er lagamanni.

Vit kunnu gera so nógv. Tí handlar tað at verja umhvørvið ikki um at tosa men at gera nakað aktivt.

Eitt er, hvat vit kunnu kunnu gera hvør einsæris. Størri týdning hevur tað, vit kunnu gera í felag.

Eg havi drúgvar royndir at vísa á, tá talan er um at verja lokala umhvørvið í Sundalagnum mótið óneyðugum spillandi árini av burturkasti og ruski frá vinnu og borgarum. Sum tey nógvu árini eg var virkin sum kommunalpolitikari í fyrrverandi Hósvíkar kommunu og seinni í Sunda kommunu, har eg nú eri inni rættiliga ofta, sum varalimur í býráðnum.

Mítt eyðkenni er, at eg arbeiði íðin, eg sigi mína hugsan, eisini tá hon ikki er væl lýdd, og eg standi við tað gamla, at eitt orð er eitt orð og ein maður ein maður – eins og ein kvinna ein kvinna!

Virðing hava vit tørv á í hesum politisku tíðum og vit hava tørv á politikarum, sum tora at handla og ikki bara tosa.

Eg eiti Jógvan Mørkøre og eg eri 63 ára gamal. Eg havi nógvar lívsroyndir, og eg brenni fyri tí politiska arbeiðinum og mær dámar best einar Føroyar, har øll hava javnbjóðis møguleikar at liva í okkara samfelag. Tí havi eg játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Norðstreymi, og eg ynski at arbeiða fyri allar borgarar í Føroyum, um eg komi inn á ting.