Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi

2019-12-11 12:55

Tann, ið helt at hatrið móti jødum var avhæsað í Evropu, áttati ár eftir at nazistarnir byrjaðu seinna heimbardaga - og eirindaleysu jagstranina av jødunum 1930-unum, má sanna, at so er tíverri ikki.

Óbótagerðirnar, ið framdar vóru á jødiskar kirkjugarðar í flestu londum í evropu hin 9. november í ár, minna á serstaka døkku Krystalnáttina. Júst hesa somu nátt í 1938 settu týsku nazistarnir í verk oyðingarherferð móti jødum í Týskalandi. Eldur varð settu jødiskar syngogur (samkomuhús) og jødiskar handlar og hús. Hetta gjørdist eins og íverksetanin at oyða jødiskar ognir og jødar í Evropu.

Bretland, sum gjørdist seinasti stóri verjuskuskansin í Evropa móti týsku hermegini undir seinna heimsbardaga, stóð sum kletturin. Við at selja fisk á bretska marknaðinum, vóru vit føroyingar við at hjálpa Onglandi í neyðuga og sera krevjandi verjustríðnum móti nazistunum.

Ein onnur søga er hon, at bretska stjórnin longu í 1941 visti um miðvísu týningina av jødum, tí teir avlurtaðu týskarar.

Eg las í danska ”Kristelig Dagblad”, at ein av fremstu jødisku andaliga leiðarunum í Bretlandi, høvuðsrabbinarin Efraim Mirvis, kendi seg noyddan at senda skriv til hvørt einstak húski í jødisku samkomuni, við áheitan um ikki at velja arbeiðaraflokkin við Jeremy Corbyn á odda, á komandi parlamentsvali.

Eftir at hetta skrivið varð sent út gjørdi ein annar av jødisku andaligu leiðarunum í Bretlandi tað sama. Jødiska dagblaðið ”The Jewish Cronicle” heitti eisini á jødar um ikki at atkvøða fyri Jeremy Corbyn og Labour, t.e.arbeiðaraflokkinum. Øll forsíðan á blaðnum hýsti hesi áheitan á bretsku jødarnar: Veljið ikki Jeremy Corbyn og arbeiðaraflokkin. Eg havi skilt, at trý onnur jødisk bløð í Bretlandi gjørdu tað sama: Tey settu somu áheitan á forsíðuna.

Orsøkin til hesa óvanligu áheitan frá jødiskum rabbinarunum, t.e. andaligu leiðarunum í Bretlandi er, at teir meta, at Jeremy Corbyn hevur borið fram jødahatskar viðmerkingar, víst jødahatskan atburð, at hann og leiðslan í arbeiðaraflokkin einki hevur gjørt við sat steðga jødafíggindum í flokkinum.

Ein kanning gevur ábending um, at helmingurin av teimum umleið 300.000 jødunum, sum búgva í Bretlandi umhugsar at fara úr landinum gerst Jeremy Corbyn forsætisráðharri.

Svenning av Lofti