Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jóannes Ejdesgaard og tunnilsørskapurin

Fyrrverandi løgmaðurin hevur nú loyst frá posabandinum og átalar harðliga “ørskapin” at fremja eina tunnilsætlan, sum løgtingið annars samtykti at gera í 2009. “Fjøllini fara ongan veg so tunlarnir Norð um Fjall kunnu gerast í ringum tíðum”, er faðirliga áminningin frá Jóannesi.

Síðani royndir JE seg sum ferðsluserfrøðing og mælir til at seta ferðsluljós upp í gomlu og trongu tunlunum. Heldur ikki núverandi løgmaður og partamaðurin hjá Jóannesi sleppa undan eini skolu.

Greinin hjá JE prógvar til fulnar, at fyrrverandi løgmaður kennir púrt einki til vandamiklu umstøðurnar, har útvið 2000 bilar dagliga koyran gjøngum tunlar, sum eru 280 cm. breiðir og kanska er Jóannes eisini líkaglaður, tí trupuleikin er honum óviðkomandi. Men Jóannes átti heldur at tosa við tey foreldur, sum dagliga liva í støðugum ótta, tí børn teirra fara í fyltum skúlabussum gjøgnum so trongar tunlar, at í møguligari neyðstøðu fáast hurðarnar á bussinum ikki upp.

Hvar er fremsti tøkniligi ráðgevin hjá Landsstýrinum? Spyr JE. Hesin tápuligi spurningur prógvar bert, at fyrrverandi løgmaður snorksvevur og er tí ikki serliga dagførdur tá talan er um almenna vitan.

Her er stutt at siga, at Landsverk hevur í mong ár víst á, at neyðugt er at raðfesta tunlarnar norð um Fjall sum nr. 1, tí tunlarnir eru trongir og ferðsluhagtølini eru ræðandi. Men politiskt ynskir mann ikki at fylgja tilmælinum frá fremsta ráðgevanum og nú er Jóannes Ejdesgaard eisini við í hesum politiska kórinum. So einfalt er tað.

JE tosar eisini um upphitaða búskapin og tað er eingin loyna at búskapurin er heitur í løtini. Men tað er óskiljandi, at hvørja ferð tosað verður um upphitaðan búskap, skal tað ganga útyvir tunlarnar Norð um Fjall. Kring høvurðsstaðin verða almennar íløgur gjørdar fyri einar 6-8 milliardir og eingin grettir orð. Almenni stovnurin Bústaðir fekk loyvi at gera íløgur fyri ½ mia. uttanum fíggjarlógina. Og tá kassin varð tómur í fjør fekk sami stovnur heimild frá løgtinginum at læna 250 mió afturat til íløgur. Hetta er alt alment byggivirksemi uttanfyri fíggjarlógina og ávirkar tí ikki tann heilaga íløgukarmin hjá Fíggjarmálaráðnum. Almenna játtanin til Pf Eystur- og Sandoyartunlar er í ár 35 mió kr, men tunlarnir kosta fleiri milliardir og er lánifíggjaðar av almenna felagnum. Alment íløguvirksemi og játtanarkarmur hava í dag lítið við hvørt annað at gera.

Men sambært Jóannes Ejdesgaard skal lívshættisliga støðan Norð um Fjall útsetast til tað passar inn í konjunkturarnar i samfelagnum. Søgan talar annars fyri seg. Hesir tunlar kunnu ikki gerast í ringum tíðum, tí tá hava vit ikki ráð til tað. Teir kunnu heldur ikki gerast í góðum tíðum, tí tá er búskapurin ov heitur. Undarførslur finnast altíð hjá tí kreativa, sum ikki viðurkennir, at økið Eystan Múla er ein partur av Føroyum.

Partamenninir hjá Jóannes Ejdesgaard, Henrik Old og Aksel Johannesen hava annars víst áhuga í at framskunda tunnilsgerðina Norð um Fjall. Um tað er hetta sum hevur loypt øði í fyrrverandi løgmann veit eg ikki.

Kanska kenna núverandi løgmaður og samferðslumálaráðharri eina ábyrgd mótvegis lívshættisligu umstøðunum Norðan Fjall, har vandin fyri tí stóru vanlukkuni hvønn dag hóttir.

Ein pensjoneraður politikari nýtist hinvegin ikki at kenna nakra ábyrgd mótvegis Føroya vandamiklasta vegastrekki og tað hugsi eg at Jóannes Ejdesgaard til fulnar prógvar við síni skriving.

Jákup Mikkelsen