Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jesusmania

 

"Vi har meget få materielle beviser for, at transcendente erfaringer og anerkendelse af det overnaturlige var fremtrædende i vores forfædres liv i de første 75 procent af vores evolutionære historie. Men i de sidste 25 procent af Homos´ historie ser vi stigende beviser for symbolsk tænkning og de potentielle materielle beviser for transcendente erfaringer i vores forfædres liv." "Ikke at være en del af en bestemt religion eller at identificere sig som ikke at være religiøs, er helt fint for mennesker - sådan eksisterede vi for det meste af vores historie." (Leystliga við google translate: Augustin Fuentes, The Creative Spark, 2017, s. 207, 218)


Innleiðsla

Ein hevur ymiska bakrund og tulkar umstøðurnar samsvarandi, so tá ið ein fávitskutur sjómaður skrivar um Jesusmania í Føroyum oa., so er tað við tí í huganum, at søga og tílíkt snýr seg um "tulking", onnur tulka ikki tilveruna á sama hátt. Tá ein er millum tey 16 % sum eru vantrúgvandi í heiminum, tey 4 % í Føroyum, so tulkar ein religiónsfyribrygdir á ein annan hátt enn tey 83 % sum eru religiøs í heiminum. Ein situr møguliga sum ein Darwin aftaná ferðina við Beagle og hugsar: hví hátíðarhalda hasi fólkini tílíkt? (Sjálvævisøga, s. 64). 

Ein Alfsvåg úr einum missónsháskúla í Norra hevur so verið og havt fyrilestrar um Luther, Fólkakirkjan er komin við áhugaverdum og vøkrum bløðum um hann, eisini í Danmark hevur ein hátíðarhildið Luther við 500 ára reformationsjubilæet á Teologiska Fakultetinum. Lutherdómurin hevur mist limir í Vesturheiminum men ein vøkstur hevur verið í Afrika og Asia. Talan er um uml. 74 milliónir fólk í heiminum av 7,5 milliardum, t.e. 1 % av heiminum. katólska kirkjan sum Luther fanst at hevur í dag 1,3 milliardir limir, so alt hann "trúði" hevur ikki havt nakra serliga ávirkan í heimshøpi: 99 % eru á veg til helvitis meðan 1 % eru á veg til himmalin, ella soleiðis hava summi tulkað luthersk brot sum hetta: 

”Jøderne har den ikke, tyrkerne og saracenerne heller ikke, ej heller nogen papist eller falsk kristen eller nogen anden ikke-troende, men kun de rette kristne”, (Luther, Hærprædiken mod tyrken, 1530). 

Upprunaliga ákærdu rómverjar tey kristnu fyri "odio humani generis", hatur til mannaættina, tey meintu jú, at øll uttan hendan lítla sektin fóru til helvitis. (Tacitus, Annals 15,44) Luther og fyrstu kristnu hugsaði møguliga ikki so økumenist sum mong gera í nútíðini, heldur ikki viðv. vantrúgvandi fólkum, ja best var um ein bert hálshøgdi hesi fólkini (Borðtalur 1533), nakað sum uml. 4 % í Føroyum stúra eitt sindur fyri. Tað eru summi sum ikki finna nakað jaligt hjá manninum, td. Frederik Stjernfelt í bókini Syv Myter om Luther og ein komandi bók hjá Jens-André Herbener: Luther – Antidemokrat og statsidol, sum kemur út 29 Septembur í 2017. 


Tulking av religiøsum siðaskiftum

Ein orsøk til, at summi ikki frøðast um Kristindóm, er politisk: uttan rómverska kristna kejsaran Konstantin sum kom við fyrsta kristna siðaskiftinum, høvdu mong lond í dag møguliga ikki verið kristin, tað hava fleiri nevnt áður men eisini ein nýggj bók: 

"Ved udgangen af ​​det tredje århundrede var kristendommen blevet en bevægelse med en organisationsstruktur, teologi og populær appel. Måske troede så mange som 10 procent af byboerne og 3 procent af landbefolkningen på en eller anden måde. Sandsynligvis havde bevægelsen fortsat som en mulighed blandt mange i den polytheistiske verden, ikke bedre eller værre end andre, tiltalende for nogle få, men næppe alle. Konstantins kors på himlen forandrede denne udvikling. I stedet blev kristendommen en imperialistisk religion." (Leystliga við google translate: Robert Knapp, the Dawn of Christianity, 2017, s. 237.) 

Konstantin vann á Maxentius og fyrri var kristin. (ibid. s. 234) Um hetta ikki hendi, so hevði Jesusrørslan møguliga bert verið ein babyreligión, ein sekt, saman við hópatals av øðrum í polyteistiska Rómverjaríkinum. Ein kennir so til líknandi hendingar í Egyptalandið tá ið Akthenaton, fyrsti monoteisturin, royndi at beina fyri polyteismuni til frama fyri sína egnu trúgv á Aten, tað eydnaðist tó ikki hjá honum. Muhammed beindi fyri polyteismuni í Mekka og innførdi sína egnu religión, Tang-Stýrið kúgaði buddistarnar í Kina og innførdi daoismuna. Her í Skandinavia gevur ein Lutherdóminum framíhjárættindir so eini 95 % av føroyingum samlíkna seg við Lutherdómin, hinar rørslurnar fáa ongantíð sama stuðul frá fólkinum vegna politist trýst. 

Siðaskiftið í Føroyum kennir ein frá Føroyingasøguni og ja, hvat er at gleðast um her? "Sigmundur fekk tá ein mann at drepa Trónd og fekk hesum manninum eina stóra øks í hondina. Men tá ið hann gekk at Tróndi við reiddari øks, leit Tróndur ímóti honum og mælti: Høgg meg ikki so skjótt, maður!" (Weihe, Føroyingarsøga, s. 83). 

Lutherska siðaskiftið í Føroyum hevði eisini politiskar kreftir aftanfyri sum  vit onga ávirkan høvdu á. Um somu tíð tá ið lutherski superintendenturin Jens Riber kom úr Danmark fyri at broyta okkum, veit ein hvat hendi í Danmark: 

"De måtte bringes til tavshed (katolikkarnir), både fordi det stred mod enhver fornuftig tanke at lade overbeviste katolikker fortsætte med at praktisere deres tro, og fordi de kunne påvirke andre. Kongen forlangte derfor i begyndelsen af 1540´erne, at de skulle opgive  deres katolske tro og bevise dette ved at underskrive nogle lutherske bekendelser, som universitetsprofessorerne (professarar í lutherskari guðfrøði!) på hans befaling havde forfattet og præsenteret for dem." (Lausten, Reformationen i Danmark, s. 148) 

Hans Jacob Debes tóktist at tulka støðuna soleiðis viðv. fyrsta superintendentinum sum kom her: "Trúligast man tó vera, at hetta hevur verið eitt eyðkent siðaskiftisstríð millum teirra, ið hildu uppá fornan kirkjusið, og tað fremmanda "siðaskiftið", sum trokað var inn á føroyingar sum ein afturundirgerð frá hendingunum í Europa og Danmark - og sum føroyingar onga ávirkan høvdu havt á. Tað tekur tíð at broyta sinni og hugsanarhátt." (Hans Jacob Debes, Føroya Søga II, s. 139). 


Vitan og Trúgv

Mong samlíkna seg ikki við siðbundin yvirnátúrlig fatanargrundarløg í dag møguliga vegna nátúrvísind og humanismu, uml. 16 % í heiminum (Fuentes, The Creative Spark, s. 195). Sambært National Academy of Sciences, eru ongin prógv fyri "supernatural entities" í nátúruni (National Academy of Sciences, Science, Evolution, and Creationism, Washington, the National Academies Press, 2008, "Kap 1: "Evolution and the Nature of Science, s. 12"), tað tykjist enn at vera fatanin (Fuentes, The Creative Spark, 2017, s. 208). Tey hugsa møguliga um Uppruna Lívsins á Foldum útfrá veruligum prógvum, tílíkum Colin Renfrew skrivaði um "mytiske, materielt symbolske og teoretiske stadium" frá uml. 200.000 til 3500 f.o.t. tá ein byrjaði at skriva fyrstu bókmentirnar í Mesopotamia (Prehistory. The Making of the Human Mind, London, 2007 endurgivið úr Høiris, Ideer om Menneskets Oprindelse, s. 287-288), men tað eru tó eini 83 % í heiminum sum samlíkna seg við átrúnaðin (Fuentes, s. 193), tað er mín fatan, at tey ikki gjørdu tað um tey vóru meir upplýst.

Tað er alment viðurkent, at fyrstu kristnu vóru vanlig fólk og á ongan hátt "lærd" fólk (Robert Knapp, the Dawn of Christianity, s. 254), tað kann einhvør rokna seg fram til tá ið bert 1-2 % í tátímans samfelagnum hoyrdu til sokallaðu "elituna" men eisini síggja við egnum eygum við at samanbera stóru bibliografiina hjá Plinius Eldra í hansara Natural History við tær uml. 400 tilvísingarnar í Nýggja Testamentið til Tanach sum kristnu meintu vera prógv. Sambært teimum og eisini øðrum jødum td. Qumran samkomuni, snúði alt seg um, hvussu Lógin, Profetarnir og Sálmarnir skuldu tulkast, men fyri fólkum uttanfyri hesa mentanina hevði tílíkt ikki verið prógv fyri nøkrum. Ísrael hevði verið eitt Teokrati í mun til í dag, hvar meginparturin í Ísrael eru sekulariseraðir upplýstir jødar. Tí er tað ikki løgið, at fornjødar sum Josefus sóðu tekstirnar tey lósu sum "the decrees of God", ja hann nevndi, at jødar heldur vildu fara í deyðan, enn at seta spurnartekin við nakað í Tanach (Contra Apion, 1.38, 42-45), í Makkabearabókunum eru fleiri dømir um martyrar og tankin endurtók seg hjá fyrstu kristnu. 


Hátíðarhald fyri Dómadagssektum

Tað eru trupuleikar við religiøsum uppáhaldum (Mani, Wahabb, Qutb, Hindutva, MaBaTha, A. C. Dixon og R. A. Torrey), við nýreligiøsum dómadagsrørslum (Heavens Gate, Solar Temple, David Koresh, The Seekers, the Armstrongs, the Divine Precepts, ella Chabad-Lubavitch) sum gera blinda trúgv á religiøsar sektleiðarar og siðvenjur (Tíðarskeiðið frá 164 f.o.t. og til 70 e.o.t. kennir ein sum "tíðina hjá sektunum") sera ótíðarhóskandi. 

Jesus var eisini í einari dómadagssekt, henni hjá Jóhannus Doyparanum sum varð hálshøgdur av Heródusi, aftaná søgdu so Jesus og tey: "Tiden er inde, Guds rige er kommet nær; omvend jer og tro på evangeliet" ( Mk 1,15). Jóhannus doyparin meinti møguliga seg sjálvan vera hin afturkomna Elias (Mk 1,2), ein fólk væntaðu áðrenn "harrans dagur kom" (Mal 3,23), bæði hansara fjepparar og Jesus sóðu møguliga Jóhannus sum Elias (Lk 1,17; Matt 11,13f; 17,11-13; Mk 9,2f), tey hugsaðu religiøst.

Fleiri onnur fóru í dómadagssektir, td. Paulus, møguliga tí, at hann sum Miss Lee, í the Divine Precepts hjá Mr. Chang, var so fasineraður av opinberingum, sjónum og longdist eftir, at gerast eitt serstakt amboð fyri Gud (Lofland, Doomsday Cult, A Study of Conversion, Proselytization, and Maintenance of Faith, 1966, s. 35f), men fólk høvdu yvaleyst ymiskar orsøkir til at fara í tílíkar sektir. Men viðv. the Divine Precepts høvdu fleiri av konvertittunum kunna fingið sær psykiatriska hjálp í mun til ella áðrenn, at fáa sær hana í tílíkum rørslum (Ibid., s. 43). Tvístøðan við hesum kemur oftani fram í psykiatrisku bókmentunum, hvar nøkur royna at sannføra fólk um, at tað tey síggja fyri sær er óveruligt meðan onnur aðrastaðni dagliga praktisera tílíkt sum ein part av átrúnaðinum. (Sí Murray, ED.; Cunningham MG; Price BH (2012). "The role of psychotic disorders in religious history considered". J Neuropsychiatry Clin Neuroscience. 24 (4): 410–26.). 

Eini 20 ár aftaná krossfestingina, rann jesusmaniski Paulus runt og rópti um síðstu tíðirnar (1 Tessalónikubræv) og at Jesus skuldi koma aftur at senda øll uttan tey til helvitis (1 Kor 15). Ein tílíkur dómadagsboðskapur, sum Dánjalsbók í 160´unum f.o.t., hevði tikið feil um, tá ið síðstu tíðirnar ímóti profetiinum hjá honum, ikki komu aftaná 1260 (seinri útsett til 1335 dagar!) dagar aftaná "andstygd oyðingarana" (Dán 12, samanber við 1 Makkabearabók 1, 41f), eina mynd av Zeus sum seleukidurin Antiochus IV koyrdi í jødiska halgidóminum í 167 f.o.t., ein boðskapur sum Jeremia eisini hevði tikið feil um, tá ið tað bert skuldu ganga 70 ár í Babylon áðrenn Gud gjørdi alt fullkomið (Jer 29,10f), tílíkt trúðu fyrstu kristnu enn á. 

Í veruleikanum høvdu jødar verið undir øðrum tjóðum ein stóran part av tíðini uttan nakra undurfulla gudómliga innblanding: undir Assyria, Babylon, Persararíkinum, Seleukidunum og so Rómverjaríkinum, vanliga kallar ein slíkar dómadagsbókmentir fyri "krisubókmentir", ja Jeremia hugsaðu um eina krisu undir Babylon, Dánjal um eina krisu undir Seleukidunum, Jóhannus um eina krisu undir Domitian, nógv bendir á, at fyrstu kristnu eisini fataðu umstøðurnar sum eina krisu, hópatals av slíkum apokalyptiskum tankum vil ein finna í tíðarskeiðnum frá 300 f.o.t. og til 100 e.o.t. (sí Philip Davies, "Apokalyptic", s. 397-408 í Rogerson&Lieu, The Oxford Handbook of Biblical Studies, 2006, er á archive.org) 

Tílíkt hevur sjálvandi ikki ljóðað áhugavert í oyrunum hjá øllum, nei har eru fleiri dømir í Apostlasøguni um, at tey komu í stríð við bæði jødar (Apostl 14,19) og fólk sum høvdu heiðna trúgv, td. róptu tey í Efesus ímóti Paulus og hinum: "Stor er efesernes Artemis!" (Apostl 19,28f), leiðslan har stúrdi fyri, at tílíkt kundi føra til ákærur um uppreistur, nakað rómverjar vanliga ornaðu á ein skjótan og harðligan hátt. Sambært siðvenjuni, endaði lívið hjá Paulusi møguliga á sama hátt sum hjá hinum undir Nero: "they were covered with the skins of wild animals and torn to death by dogs; or they were crucified and when the day ended they were burned as torches." (Tacitus, Annals 15. 44,4). 


Samdráttur

Við tí í huganum, at vit hava verið hjernavaskaði av religiøsum og politiskum kreftum og at hesi, ella rættari: "meginparturin í Jesu samtíð", ikki høvdu eitt fornuftugt fatanargrundarlag, so er trupuleikin við Jesusrørsluni tann sami sum við the Divine Precepts hjá einum Mr. Chang-Messias úr Korea, Lofland skrivaði: 

"En radikal revision af denne slags gør det måske meningsfuldt at tale om "en anden verden", der besidder sit eget system af sandhed "..." Elegansen og styrken i denne opfattelse ligger i det faktum, at om planen virkede eller ej, om forventningerne opfyldes eller ej, så kan den troende ikke tabe. Han får bekræftelse på ethvert resultat. Alt er en persons handling i den kosmiske kamp. (Leystliga við google translate: Lofland, Doomsday Cult, A Study of Conversion, Proselytization, and Maintenance of Faith, 1966, s. 196-197). 

Í grundini kann ein ongantíð sannføra fólk um nakað fornuftugt sum grunda alt sítt lív á eitt heilt annað yvirnátúrligt grundarlag. Ein kann ikki  kanna uppáhaldini og grundgevingarnar fyri hesum og hasum hjá ufosektini the Seekers, at tað eru fremmand fólk á onkrari planet nevnd Clarion sum nevna seg "The Guardians",  "Sananda" og "skaparin" sum skulu koma eftir okkum (Festinger et al., When Prophecy Fails, 1956), soleiðis tóktust eisini fyrstu kristnu, á sama hátt sum Dorothy Martin (aka Marian Keech), at tulka umstøðurnar útfrá óempiriska kosmiska rúminum.

James Randy lovaði øllum sum kundu koma við prógvum fyri onkrum yvirnátúrligum 1 millión dollarar í eini 55 ár og ongin fór við pengunum. Í smb. við Kristindómin vóru ongar kanningar av nøkrum, men hvat varð eftir um ein sum James Randy kannaði øll uppáhaldini hjá hasum fólkunum? Sambært Apostlasøguni 14 lekti Paulus onkran í Lystra og Barnabas var við honum, men fólkini trúðu, at teir vóru Zeus og Hermes, so ein offurprestur hjá Zeus byrjaði at gera offrið klárt til hansara, hesir báðir so at sannføra tey um, at tað vóru aðrir gudar sum vóru orsøkin til hetta. Ein slávugenta fylgdi við Paulusi og endurtók onkra orðing sum hann ikki dámdi, so hann vendi sær við og bað ein "anda" fara úr henni (Apostl 16). 

Ein sum Ehrman lýsti Jesus soleiðis og tað er samstundis trupuleikin við bæði Paulus og Luther, trupuleikin er, at teir grundaðu alt sítt lív á trúgv:

"Jesus selv var en komplet overnaturlig person. Han troede på djævelen og dæmonerne og ondskabens kræfter i verden. Han vidste lidt - muligvis næsten ingenting - om det romerske imperium. Men hvad lille han vidste, betragtede han som noget ondt. Måske mente han, at en myndighed var ond, sålænge den ikke var et (fremtidigt) teokrati, der blev ledet af Gud gennem sin messias. Han var bestemt ingen fortaler for vores politiske synspunkter, uanset hvad vores synspunkter tilfældigvis er." (Leystliga við google translate: Ehrman, Did Jesus Exist? The Historical Argument for Jesus of Nazaret, 2012, s. 335).


Rógvi M. Olsen



Heimildir:


National Academy of Sciences, Science, Evolution, and Creationism, Washington, the National Academies Press, 2008, "Kap 1: "Evolution and the Nature of Science"

Høiris, Ideer om Menneskets Oprindelse - Fra Det Gamle Testamente til senmoderne videnskab, 2016

Murray, ED.; Cunningham MG; Price BH (2012). "The role of psychotic disorders in religious history considered". J Neuropsychiatry Clin Neuroscience. 24 (4): 410–26

Philip Davies, "Apokalyptic", s. 397-408 í Rogerson&Lieu, The Oxford Handbook of Biblical Studies, 2006

Festinger, Riecken, Schachter, When Prophecy Fails - A social and psychological study of a modern group that predicted the destruction of the world, 1956

Devin Mckinney, Jesusmania: The Bootleg Superstar of Gettysburg College, 2016, ein bók um móttøkuna av Jesus Christ Superstar í 1971

Lofland, Doomsday Cult, A Study of Conversion, Proselytization, and Maintenance of Faith, 1966 

Jens-André Herbener: Luther – Antidemokrat og statsidol, sum kemur út 29 Septembur í 2017

Augustin Fuentes, The Creative Spark - How Imagination Made Humans Exceptional, 2017 

Sjálvævisøga Charles Darwin, Rísandi Sól, 2009, týdd av A. Guttormur Djurhuus úr enskum

Rasmus Rasmussen, Um uppruna lívsins á foldum, 1955, s. 75, í Varðanum 31

Ehrman, Did Jesus Exist? The Historical Argument for Jesus of Nazaret, 2012

https://en.wikipedia.org/wiki/One_Million_Dollar_Paranormal_Challenge

Renfrew, Prehistory. The Making of the Human Mind, London, 2007 

Luther, Hærprædiken mod tyrken, 1530 og Borðtalur, 1533

Frederik Stjernfelt, Syv Myter om Luther, 2017

Robert Knapp, the Dawn of Christianity, 2017 

Lausten, Reformationen i Danmark, 1992

Hans Jacob Debes, Føroya Søga II, 1995

Weihe, Føroyingarsøga, 2016

Josefus, Contra Apionem

Plinius, Natural History

Nýggja Testamentið

Tacitus, Annals 

Tanach