Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Jenis sum ketta úr høvdatrogi

2021-05-20 10:45

Aksel V. Johannesen stúrir fyri fylgjunum av útmeldingunum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um ikki at fylgja tilmælunum frá landsstýrinum. Hetta kann spjaða ótta millum fólk og elva til, at færri vilja lata seg koppseta. Hann hevur tí sett løgmanni fyrispurning.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, segði við Vágaportalin í gjár, at hann fer ikki at lata seg koppseta móti korona. Óvissurnar eru ov nógvar, og hann kennir seg ikki nóg tryggan, sigur hann.

Hesin sami landsstýrismaður hevur sjálvur staðið á beinleiðis sjónvarpaðum tíðindafundum, har landsstýrið hevur stongt Føroyar fyri at verja fólkið móti korona. Hetta hevur verið dýrt peningaliga og menniskjaliga – ikki minst fyri tey mongu eldru, sum hava sitið avbyrgd í langa tíð.

Tilmælini frá heilsumyndugleikunum eru greið. Skulu vit basa koronu og fáa okkara frælsi aftur, er neyðugt, at vit koppseta okkum, so vit sum samfelag fáa floksimmunitet.

Sambært okkara heilsumyndugleikum og heimsheilsustovninum WHO er vandin at doyggja ella verða raktur av langtíðarárinum av koronu nógvar ferðir størri enn ein teoretiskur møguleiki fyri at fáa álvarsom langtíðarárin av koppseting.

Sambart somu serfrøði er altíð ein váði við koppsetingum, men váðin er lítil. Og nú tá tey gomlu, sjúku og veiku hava latið seg koppsett og ofrað sítt fyri felagsskapin, so kemur landsstýrismaðurin sum ketta úr høvdatrogi og sigur teimum, at tað, tey hava gjørt, er so mikið vandamikið, at hann sjálvur ikki ætlar at gera tað sama. Hann hevur ongar ætlanir um at ofra seg sjálvan fyri felagsskapin.

Høvdu allir føroyingar gjørt sum landsstýrismaðurin, høvdu kostirnir verið tvinnir. At hildið fram við avbyrging av okkara veikastu og ógvusligum stongsli av samfelaganum í nógv ár, ella latið koronusmittuna ferðast frítt í samfelagnum við teimum ógvusligu fylgjum, sum tað nú einaferð hevði havt.

Avgerðin hjá Jenisi av Rana – og at hann boðar frá henni alment – ger sjálvandi, at onnur fara at aftra seg við koppseting. Hví skulu onnur taka ábyrgd, tá ein landsstýrismaður ikki ger tað?

Vit hava her við ein landsstýrismann at gera, sum beinleiðis gongur móti allari koronutilbúgving, tilmælum og ráðum, sum okkara og alheimsserfrøðin innan heilsuøkið mælir til. Við síni útmelding saboterar landsstýrismaðurin átøkini og tilmælini hjá bæði serfrøðini og Landsstýrinum sjálvum. Tað er sera sannlíkt, at kom ein ráðharri við tílíkari fráboðan í einum av okkara grannalondum, so hevði hann verið koyrdur frá í stundini.