Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Jenis, Jerusalem og um at hava Gud í sínum parti

2020-07-06 12:51


Tað eru nógv fólk í Føroyum, sum einki mark seta millum religión og politikk. Mest í Miðflokkinum sjálvandi, men eisini í øðrum flokkum.

At grundað sína politisku hugsan á eitt religiøst virðisgrundarlag er sjálvandi í fínasta lagi. Men mann má eisini kunna grundgeva politiskt fyri tí, mann heldur. Mann má kunna kjakast um tað. Tvey fólk, sum bæði byggja á religiøsa trúgv, kunnu jú koma til ymiskar niðurstøður um sama mál. Tá ber ikki til at báðir partar siga: "eg eri í parti við Gudi". Gud kann ikki hava mótsettar politiskar meiningar um sama mál.

Problemið er, at summi ikki halda tað vera neyðugt at grundgeva fyri síni støðu, og heldur ikki góðtaka politisk argument, sum ganga ímóti tí, tey halda. Tí sambært teimum snýr tað seg ikki um argument. Tað snýr seg um trúgv. Tey hava rætt pr definitión.
Einki kjak ber til, tí tað snýr seg ikki um meiningar og vitan. Tað snýr seg um trúgv. Politikkur og átrúnaður eru tað sama.

Hetta ger seg mest galdandi í kjakinum um rættindi hjá samkyndum - men tað ger seg eisini galdandi í kjakinum um umboðsstovuna, sum Jenis av Rana vil hava í Jerusalem.

Eg havi ofta átalað hetta við politiskum argumentum, men fái stundum at vita, at tað, sum Jenis vil, er tað, sum Gud vil. Teir báðir eru í parti. Tí er tað rætt. Eingi onnur argument eru neyðug.

Havi eisini fingið at vita, at mín kritikkur av ætlanini vísir, at eg eri í parti við teimum palestinum sum vilja Ísrael ann, og at eg eri ímóti "Guds útvalda fólki".

Tá eg í vikuskiftinum vísti á, at signalini frá samgonguni um sendistovuna fara í allar ættir, fekk eg somu boð frá ymiskum fólkum.

Slík dogmatisk og fundamentalistisk hugsan er fullkomiliga oyðileggjandi fyri eitt livand i kjak um mál, sum viðkoma okkum øllum. Eingin kann taka religiøst patent uppá hvør politisk kós er røtt, og eingin kann teppa fólk, sum eru ímóti ætlanini hjá Jenisi av Rana við at siga, at er mann skeptiskur, er mann ímóti bæði Gudi og ísraelska statinum.

Tað krevur SERA góð politiskt argument, um vit skulu lata upp eina umboðsstovu í Jerusalem. Tí tað verður ikki bara øgiliga dýrt. Tað verður eisini vandamikið.

Hesi politisku argument eru aldrin løgd fram.

(Annars skuldi verið óneyðugt at sagt, at eg aldrin havi stuðlað hvørki Hamas ella øðrum víðgongdum palestinensiskum felagsskapum. Eg fann eitt videobrot frá í vetur, sum eg haldi vísir tað).

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=V_7-qko8IaM&fbclid=IwAR30cnoMymyBqZ_xZOB2UE6QlaCe3VlRB9ZtsKzdvdMaLeGwxXPyq8ksJ-M]