Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
M.A. lesandi í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins. Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.10 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi og royndir haðani.

Javnseta bøkur og ljóðbøkur?

2018-11-29 01:39
Hví gera mun á prentaðum bókum og ljóðbókum? Hetta gongur m.a. út yvir tey lesiveiku, sum skulu gjalda heldur meira fyri bøkur enn onnur. Tí er nærliggjandi at spyrja: Skulu ljóðbøkur roknast sum útgávur av prentaðum bókum, sum jú eru frítiknar MVG-skyldu, ella skulu tær roknast sum ein vøra fyri seg, sum er MVG-skyldug?

Í februar í 2015 varð álit um ljóðbøkur handað táverandi landsstýrismanni í mentamálum. Har eru mong tilmæli um, hvussu vit koma longri á leið við føroyskum ljóðbókum, undir hesum eisini við skúlabókum sum ljóðbøkur. Eitt av tilmælunum, at flyta Ljóðbókatænastuna undir Søvn Landsins (nú Føroya Landsbókasavn), varð fylgt, men mong av tilmælunum tykist støða ikki vera tikin til enn. Nýggj uppfylgjandi frágreiðing um støðuna hjá ljóðbókum, avbjóðingar og tilmæli, varð almannakunngjørd í sambandi við Bókadagar 2018.

Tilmæli eru m.a.

- at seta arbeiðsbólk at orða neyva ætlan fyri ljóðbókaøkið

- at seta verkætlanarstarvsfólk at samskipa arbeiðið og greina avbjóðingar viðvíkjandi rættindum, tøkni, arbeiðshátti, v.m. í framtíðini

- at avgerð verður tikin, um Ljóðbókatænastan framvegis skal gera skúlabøkur til ljóðbøkur, ella um NÁM skal taka yvir hesa uppgávu

- at seta hóskandi játtan av til økið, so 25 % av føroyskum bókum kunnu verða framleiddar sum ljóðbøkur

- o.s.fr.

Eitt av tilmælunum í frágreiðingini frá Ljóðbókatænastuni hjá Landsbókasavninum, sum fellur í eyguni, er, at ljóðbøkur beinan vegin koma á listan yvir vørur, frítiknar fyri MVG, eins og prentaðar bøkur eru tað. Tí, sum frágreiðingin sigur: Hví gera mun á prentaðum bókum og ljóðbókum? Hetta gongur út yvir tey lesiveiku, sum skulu gjalda heldur meira fyri bøkur enn onnur.
Mong av tilmælunum í frágreiðingini krevja eitt sindur neyvari greining, men spurningurin um MVG-frítøku tykist sum ein av teimum, til ber at loysa upp á stutta tíð. Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni, Kristinu Háfoss, sum §25a spurningar í Tingskipanini: 

1. Skulu ljóðbøkur roknast sum útgávur av prentaðum bókum, sum jú eru frítiknar MVG-skyldu, ella skulu tær roknast sum ein vøra fyri seg, sum er MVG-skyldug? 

2. Hvør er metti kostnaðurin fyri landið, um ljóðbøkur koma á listan yvir vørur frítiknar fyri MVG? 

3. Eru ætlanir um at gera hesar broytingarnar í reglunum um MVG? Um ja, nær kann hetta verða gjørt?

Hanna Jensen